Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Magna Reid Joensen

Robert Joensen og búmerkini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2022 - 13:13 Mentan Myndarøð Tíðindi

Allir norðoyingar kenna Robert Joensen og hansara megnaravrik innan fólkaminni, sum hann eisini fult uppiborið gjørdist heiðursdoktari fyri. Kanska minni kent er, at hann var skrivari í Sóknarstýrinum her, og í hansara tíð sum tað vórðu skotin upp átta ymisk búmerki – sjey teirra hevði Jógvan Waagstein evnað til, og Janus Kamban eitt. Tað vísti seg tó, at teir tríggir vóru frammanfyri sína tíð, og ikki fyrrenn seinni fekk Klaksvík endiliga eitt búmerki.

Undir krígnum varð heitt á Robert Joensen um at vera skrivari hjá sóknarstýrinum. Hetta var í 1941, og sóknarstýrið, sum bert hevði fundir, tá tað var neyðugt, skilti, at brævaskiftið øktist meira, enn tey kundu taka sær av. Robert hevði eisini eitt ár eftir av síni útbúgving til prest frá danska universtetinum í Keypmannhavn.

Hann kom heim at ferðast summarið 1939 og helt ikki, tað var ráðiligt at fara niður aftur, nú grannarnir sunnanfyri byrjaðu eitt nýtt kríggj. Hann fór tí heldur til beiggja sín, Jákup, í Havn at bíða. Jákup var prestlærdur og kundi hjálpa honum, so hann var væl fyri til endaligu provtøkuna. Tá eitt ár var farið, og vónin brast um, at kríggið skjótt var av, fór Robert aftur til Klakksvíkar, har hann fekk arbeiði á Gamla Sjúkrahúsinum at taka sær av teimum sálarsjúku.

Sum gamalmálsligur studentur við enskum, týskum, fronskum umframt grikskum og latíni var hann í so máta væl fyri. Tað var slíkum fólki, sóknarstýrið hevði brúk fyri, nú enska hervaldið hevði tikið seg inn í oyggjarnar. Soleiðis kann lagnan laga seg og lívið broytast.

Robert Joensen fekk sostatt fult starv sum kommunuskrivari. Eitt tað fyrsta hann gjørdi í leysum løtum var at rudda, leita og leggja upp á pláss. Við tíðini varð hansara arkiv so mikið útbygt, at aðrar kommunur sendu boð eftir honum um at leggja teimum lag á. Hóast Robert hevði áhuga í at varðveita minni um gomlu føroysku fólkalívsmentanina, so fylgdi hann væl við, hvat fyrifórst bæði í Føroyum og úti í heimi. Eisini ynskti hann, at Klaksvík skuldi fylgja við rákinum í nýggju tíðini.

Í 1947 heitti Robert av sínum eintingum á Jógvan Waagstein um at tekna búmerki til Klaksvíkar kommunu. Her gjørdi Waagstein sær rættiligan ómak fyri sína heimbygd við ikki færri enn sjey uppskotum, saman við frágreiðing til hvørja teirra, men sóknarstýrið hevði ongan áhuga í tí.

Nøkur ár seinni, í 50’unum, við nýggjum sóknarstýri, royndi Robert aftur. Nú hevði hann eisini sett seg í samband við Janus Kamban um at tekna búmerki. Janus kom við einum uppskoti. Hóast uppskotini vóru  góð og greið, og hugskotið somuleiðis, so spurdist onki burturúr. Sóknarstýrini ynsktu ikki at taka støðu og velja, og møguliga hildu tey seg ikki hava førleikarnar til tað.

Ikki fyrrenn í 1970’unum fekk Klaksvík endiliga sítt búmerki. Tá varð útskrivað búmerkjakapping, sum Petur Zachariassen vann.

Niðanfyri kunnu øll uppskotini hjá Jógvani Waagstein og Janusi Kamban síggjast, og sum Robert Joensen heitti á teir um at gera.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping