Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um kropp, kenslur og mørk í VIKU SEX

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  04.02.2022 - 16:21 Tíðindaskriv

Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum. Og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.

 

Triðja árið á rað eru tað undirvísarar úr felagsskapinum Kyn, sum standa fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini er ein føroyskt framleiddur stuttfilmur, við denti á kropsfatan og sosialar miðlar. Fokus er eisini á at fáa næmingarnir at verða luttakandi í undirvísingini, sum er tillagað 1. árs næmingar á miðnámsskúlum.

Felagsskapurin Kyn hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Fyrsta stigið til at skipa hesi upplýsingartiltøk varð tikið afturi í 2017. Tørvur var á at hava upplýsingar- og kunningartiltøk, sum rukku út til bæði børn og ung, og sum rúmaðu tí at tosa um kropp, kenslur og mørk. Vit minnast til onnur tiltøk sum: Sex krevur samtykki, Mynd krevur samtykki og Steðga haturstalu. Seinastu árini hava Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! staðið saman um at fyriskipa VIKA SEX.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36
Veðrið í vikuni
Bátarnir úr Norð­oyggjum fingu góð úrslit…
Team Klaksvík hevur fingið U17-landsliðs…
Hevur tú brúk fyri graslíki til eitt hei…
TAKIÐ UPPSKOTIÐ AFTUR!
Tónleikur í heimsflokki í Varpinum
Hesi nøvn hevur Summar Festivalu­rin kunn…
Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið í k…
Svimjihylu­rin er umvældur
Føroya elsti bátur á veg heimaftur 
Firum flytur til Hósvíkar
KÍ misti sigurin í yvirtíðini
KÍ misti tvey stig
Mánadagin 19. er síðsta freist at boða f…
62°N og Eventz Føroyar í spennandi sams…
Almenn áheitan á Føroya Løgting: Haldi…
Upptakt: HB-KÍ