Lýsing
Lýsing
Sólin kemur longur upp á luftina fyri hvønn dag, sum gongur. Dagurin í dag er 8 tímar 30 minuttir og 30 sekund langur. Stytsti dagur var 4 tímar 59 minuttir og 50 sekund langur. Sostatt er dagurin longdur 3 tímar 30 minuttir og 40 sekund síðan 21 december í fjør. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.02.2022 - 12:34 Tíðindi Veðrið

Hann liggur av vestri í morgun. Vindferðin er, sambært veðurstøðunum hjá føroysku veðurstovuni, ímillum 5 og 10 m/s. okkurt ælið í støðum, men annars skýggjað og yvirhøvur turt kring alt landið. Hitin liggur um 2 til 4 stig.

Rákið av kaldari luft til Føroyar eru fyribils steðgað. Ístaðin er tað lýggjari luft av leiðunum vestan fyri Afrika, sum rekur hendavegin. Hon kølnar sjálvandi vegnum hertil.

Lýggj luft sunnaneftir inniheldur vanliga nógva vætu, og tí kunnu vit vænta skýggjað loft og avfall í vikuskiftinum.

Í dag fer ættin úr vestri niður í sunnan, og vindurin fer at minka niður í 2 til 7 m/s seint seinnapartin. Alla tíðina ælaveður við regni.

Í kvøld kemur eitt brúgvalag við regni sunnaneftir. Tað rakar Suðuroynna fyrst, og tað verður umleið klokkan 19 – 20. Tað rekur so norðureftir, og tað regnar kring alt landið til í morgin ári.

Hitin í dag fer at liggja um 3 til 6 stig.

Eftir midnátt, meðan tað enn regnar, fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s, og ættin fer í landsynning.

Um uppfaringartíð í morgin – t.e. klokkan 7-8 ella so – er brúgvalagið farið norðurum. Tað verður tó ikki heilt turt, tí ælingar við regni fara at allan morgindagin.

Ættin fer niður í sunnan, tá ið brúgvalagið hevur gjørt alt av sær, og vindurin fer at minka. Frá 7-8 tíðina í morgin til væl er liðið út á seinnapartin, eru 3 til 8 m/s av suðuri. Eftir tað fer hann at mala úr ymsum ættin eina løtu, men seint á kvøldið er ættin landnyrðingur, 13 til 18 m/s og aftur avfall. Í fyrstanini regn, men sum tímarnir ganga út á sunnunáttina er eisini kavi uppií.

Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Allan sunnudagin er ættin landnyrðingur. Vindurin minkar úr 13 til 18 m/s um náttina niður í 7 til 13 m/s um kvøldið. Skýggjað við sólglottum og kavaælingum, serliga fyrrapartin.

Hitin sunnudagin fer at minka úr 5 til 7 stigum niður í 2 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…