Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minnissteinur um James Bond á Kallinum

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  22.03.2022 - 08:06 Poddar Mentan

Nú er bara at tryggja, at føroysk støð, sum verd eru at filma, locations, fara at verða umsitin av føroyskum tænastuveitarum.

Tá nýggjasti James Bond filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hin 30. september í fjør, skrivaði eg soleiðis á blogginum: 

"Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die." 
Avrikið skal samstundis haldast upp móti teirri syndarliga lágu játtan, sum tað almenna letur til føroyska filmsgerð, ið elvir til at útlendsk location feløg fara avstað við óslípaða diamantinum á norðuratlantiska filmsløriftinum, sum eingin hevur sæð fyrr - Føroyar. 


Í øðrum bloggi um sama evni - James Bond, sum hevur valt at leggja beinini í Kalsoynni - skrivaði eg soleiðis á blogginum hin 7. oktober:  


"Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu orrustuna millum tað góða og tað ónda, James Bond og Lucifer, um heimsfriðin og fría heimin, so sum vit í løtuni kenna hann." 


At privatir aktørar, sum vara av økinum, nú hava reist ein minnisstein um sagnarhetjuna James Bond, eins og Kópakonan, ið ikki er so langt burturi, er bara heilt stuttligt og beint fram í andanum av besta Bondfilminum Skyfall, har vit síggja ein meinlíkan gravstein, sum helst er fyrimyndin hjá kalsoyingum.


Í altjóða filmpressuni hevur Daniel Craig sagt, at eftir fimm filmum skuldi hann ikki bara gevast, men fyri sín part doyggja. So kundi sagnarfigururin halda fram í nýggjum líki, kanska sum kvinna ella við aðrari etniskari bakgrund enn eintýðugt hvítu James Bond figurarnar, vit higartil hava sæð.


Vert er at hava í huga, at James Bond er millum fremstu handilsligu íløgur í filmsverðini. Tað verður ikki við tað fyrsta, at James Bond ikki vendir aftir til eitt filmslørift í næsta biografi. "James Bond will be back," sum endateksturin sigur.


Haldi tað var danski Piet Hein, sum segði nakað sum, at "Tann, ið bara skilir skemt sum skemt, og álvara sum álvara, hevur í roynd og veru skilt bæði líka illa". 


Grundsjónarmiðið í biografi og filmsgerð er at verða forførd og enntá fáa leiklutin sum voyeur ta løtu, filmurin varir. Atgongumerkið er garanturin.


Nú er bara at tryggja, at føroysk støð, sum verd eru at filma, locations, fara at verða umsitin av føroyskum tænastuveitarum.


Filmast og ferðast - so livst!

https://birkblog.blogspot.com/2022/03/minnissteinur-um-james-bond-kallinum.html?fbclid=IwAR1-TrKoUUcK2X7iErScjWQJ1j1bpVQBNwHYXhpqwbVpk2XYH0vfGOsgCSk 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!
Bartal og Bjarni og vinir teirra
Fosturtøkumálið fellir - woke brigadan t…
Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…