Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gott høvi at gerast matsjálvbjargin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.04.2022 - 11:00 Leiðarin Vinna

Ein av mongu avleiðingunum av krígnum í Ukraina er, at so gott sum allir prísir eru ávegis til himmals. Ein útrokning segði, at vit skulu rokna við at brúka 19.000 krónur meira til at liva fyri í 2022. Tað er ein øgilig upphædd. Men um tað kann gera, at vit fáa eyguni upp fyri eitt nú øðrum matvørum enn teimum í kølidiskunum, verður tað kanska ikki verri enn ilt.

 

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðatakið. Kann neyð eisini læra svangan føroying at fáa eyguni upp fyri egnum tilfeingi og rávøru? Tí umstøðurnar, tær hava vit, um nakar.

Mong føroysk sethús hava nakrar hundrað fermetrar av lendi rundan um seg. Nógv av hesi mold er væl egnað til at dyrka eitt nú grønmeti í, og um vit vilja, ber rímiliga væl at gerast sjálvbjargin við eplum partar av árinum, tá gróður er. Tað sama ger seg galdandi við aðrar grøðir, sum til dømis røtur, gularøtur, ávísar fruktir og mangt afturat.

Hartil er framvegis frítt at fara út og fiska sær eitt kók ella fleiri. Tað eru longu fleiri, ið gera sær dælt av hesum møguleikanum, eins og einstakir fiska størri nøgdir fyri síðani at selja tær fyri ein rímiligan penga á meira ella minni regluligum fiskatorgum. Her skal gamaní gjaldast, men hetta er okkara egna rávøra og er hon fyriuttan flutningsútreiðslur.

Í grundini er tað nærum ørt, at vit fara í ein kølidisk at keypa lambskjøt, ið er flogið ella siglt til Føroya úr til dømis New Zealandi, ið er kanska tað mest fjarskotna, ið finst úr Føroyum, tá vit í hesum landi eru fleiri seyðir enn menniskju.

Tað er ikki neyðugt, at øll gera tað sama. Hvør Hanus og Jensina nýtist ikki at gera egnar veltur til epli og gularøtur, eins og fara út at fiska og skjóta fugl. Júst tí at tað er ríkiligt til av rávøru, ber væl til at innrætta seg við býtishandli, har til dømis ein tekur sær av fuglaveiðu og síðani býtir havhest um við epli og/ella seið. Ella tað kann skipast sum matsøla, har keypt verður frá hvørjum øðrum fyri ein rímiligan penga.

Tað er sum so ikki neyðugt fyri tað almenna at gera nakað fyri at fáa føroyskt matsjálvbjargni at virka, tó at tað sjálvandi er kærkomið við eini hjálpandi hond og at lagt verður lag á serliga fyrstu tíðina. Einans eiga krøvini at vera lagalig, tá matur verður keyptur og seldur sínámillum millum føroyingar. Vit mugu burtur frá at áleggja vanliga føroyska húsarhaldinum somu veterineru krøv sum stórídnaðinum, tá eitt kók ella ein greipa verður seld innanhýsis í Føroyum.

Fyri at fáa hetta at bera til, krevjast sum so ongir almennir pengar. Bert tað, at myndugleikarnir ikki gerast ein forðing við til dømis ómenniskjaliga órímiligum veterinerum krøvum ella brandskatting av smásølu. Eitt bagatellmark eigur at vera ásett so, at flestu føroysku húskini koma undir tað.

Nú er lagaliga løtan at venja føroyingar av við at keypa mat, ið er fraktaður túsundtals kilometrar, og at venja teir við at eta lokalt. Júst sum vit hava málsetningin um at vera grøn í 2030, eiga vit eisini at seta okkum eitt mál um at vera matsjálvbjargin, og hví ikki bara nýta sama ár, 2030, sum dagfestingin fyri, nær tað mesta av matinum á føroysku tallerkunum skal vera føroyskur?

Matsjálvbjargni er nakað, vit føroyingar kanska hava heimsins bestu fortreytir til at røkka.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIDEO: Rógvi og Knút eru spentir til dys…
Størru fyritøkur­nar kláraðu seg heilt væ…
Ógvusligt áarføri
Skarv í Keypmannahavn vísir dystin Slova…
Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð
VIDEO: Klaksvík og KÍ geva mær íblástur
Epli & Grønmeti av Sandi við Magnstøð­ina…
Venjarin verður ikki til dystin
VIDEO: Vónandi fái eg fyrstu minuttir­nar…
Portiónsfram­leiðsla í vanda, tí Høgni Ho…
100 øðrvísi fyrimyndir til dreingir
Veðrið í dag
Upptakt: Slovan Bratislava-KÍ
Evropa keypir meiri flótandi gass enn na…
VIDEO: Vit eru væl fyri
Klaksvíksj­ingar/­Norðingar
Magne Hoseth sjúkur og ikki við
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Slovakiska fótbóltsambandið heiðraði Árn…
Russlands­sáttmálin: Samgongan splittað