Lýsing
Lýsing
Lýsing

Íslendski forsetin heldur fyrilestur í Kongshøll

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2022 - 14:22 Politikkur Tíðindi

Mánadagin 2. mai fer Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, at halda almennan fyrilestur í Kongshøll við heitinum “Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic”

 

Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.

Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Mánadagin fáa føroyingar høvi at hoyra forsetan á almennum fyrilestri í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at røða um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.

Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 16:20. Forsetin heldur fyrilesturin á enskum, og høvi verður at seta spurningar aftaná.

Eftir tiltakið er pláss fyri kaffi og práti.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…