Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamlir borgarstjórar hittust

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  12.05.2022 - 12:16 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týsdagin í vikuni høvdu Jógvan við Keldu og Poul Michelsen sett hvørjum øðrum stevnu í Klaksvík. Eg spurdi Jógvan hví teir høvdu hendan vinmanna fundin í Klaksvík nú.

Eg og Poul Michelsen hava kent hvønn annan ígjøgnum eitt langt lív nú. Vit hava báðir verið borgarstjórar og tingmenn og vit hava altíð verið ósamdir, hóast vit vóru í sama politiska flokki. Men eg var klaksvíkingur við stóru K og hann havnamaður við stórum H ella T.

Tó, vit hava altíð havt virðing hvør fyri øðrum hóast vit hava havt ymsar meiningar um samfelagslig viðurskifti.

Tá vit vóru borgarstjórar, eg í Klaksvík og hann í Havn, høvdu vit regluligar fundir umleið einaferð um mánaðin, har vit hittust, annaðhvørt í Klaksvík ella í Havn. Við á tí fundinum vóru eisini kommunuskrivararnir, sum ovastu embætismenninir kallaðust tá. Á hesum fundum viðgjørdu vit kommunal viðurskifti, hann greiddi okkum frá hvussu teir loystu ymsar spurningar í Havn og eg greiddi frá hvussu vit funnu loysnir fyri okkara spurningum.

Vit báðir hava framhaldandi hildið vinarlagið við líka, og nú fyri hálvum ári síðani skjeyt eg upp fyri honum, at vit hittust í Klaksvík ein góðan várdag. Tað bleiv so nú týsdagin 10. mai.

Eg hevði gjørt eitt program. Vit skuldu hittast við KÍ høllina, har Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ skuldi vísa okkum umstøðurnar hjá KÍ og greiða frá hvussu venjing og annað fyrifórðst.

Síðani í Svimjihøllina, har Torkil Mørkøre vísti okkum vælverudeildina í høllini. Síðani oman í Restaurant Fríðu, har vit báðir saman við Steinbjørn Jacobsen fingu eina lætta máltíð. Steinbjørn og Poul kennast væl frá fótbólti. Pól var ein lyklaleikari hjá HB, ímeðan Steinbjørn er ímyndin av KÍ. Sjálvandi bleiv málið í 1971 vent upp og niður á tí fundinum.

Eisini fóru vit í Býráðið, har borgarstjórin, Karl Johansen og Eirikur í Jákupsstovu greiddu frá ímillum annað um ætlaninar við 185 nýggjum íbúðum, sum eru í stoypiskeiðini hjá Klaksvíkar Kommunu.

So gekk leiðin til reiðrið hjá Jógvani. Jógvan segði at “Nú fara vit at vitja Betty”. Í hugnaligu stovuni hjá henni fingu vit eisini eina mynd.

Harnæst vitjaðu vit á Kósini. Tað var ein sera viðkomandi og ikki minst stuttlig vitjan, tá Hanus foldaði seg út um viðurskiftini hann arbeiðir undir.

Síðani gekk leiðin í Nólsoyar Pálls Hús, har vit fingu eina frágreiðing frá Archibald Black.

Dagurin var nú farin at halla, og vit endaðu við einum gongutúri út í Grøv, har hann fekk at síggja okkara vøkru viðarlund.

Nú hesir báðir knarkarnir eru farnir ella fara um tey 78 árini, hava teir enn ætlanir um framtíðina. Jógvan við Keldu segði, at enda, tá eg tosaði við hann, at teir báðir ætlaðu einaferð í framtíðini aftur at hava ein slíkan dag, men tá verður tað í Havn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
STÁSTÍÐ Í Klaksvík 8. Novembur - eitt kv…
Lagnudagu­rin í Tinganesi
Varpið: LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ KIM HANSEN…
Aphaca á OY Voxbotn 2026
Team Klaksvík nýggjan leikara
Nýggju lands­stýris­fólkini
Soleiðis er nýggja býtið av aðal­ráð­unum
Eirikur fær Fiski­vinnumál
Tilmælið nr 1 frá Nýskipa­nar­nevndini
Bíligari og burðadyggari valmøguleiki
Klakkur inni við 125 tonsum
Djóni, Bjarni og Jóhan missa sínar lands…
Góð lívfrøði – veikur marknaður 
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…