Lýsing
Lýsing
Lýsing
Christianskirkjan fríggjakvøldið 27. mai kl. 20.00 - Kvinnukórið, Crescendo úr Horsens

Crescendo í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.05.2022 - 11:00 Mentan Tíðindi

Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu. Syngja í Christianskirkjuni kl 19.30.

Tey hava konsert í kvøld, fríggjakvøldið, 27. mai kl. 19.30 í Christianskirkjuni. Í fyrstu skráunum stendur kl. 20.00, men er hetta ikki rætt. Konsertin er kl.19.30. 

Upprunaliga varð kórið stovnað í 1981 sum Horsens Korskoles Kvindekor, men í 1989 helt Horsens Korskole uppat. Kórið helt tó fram sum sjálvstøðugt kór - men við nýggja navninum, Kvinnukórið Crescendo.

Kórið er í dag millum eitt av teimum bestu kórinum í Horsens og har áleið. Kórið luttekur til nógvar ymiskar konsertir, og hevur eisini luttikið í ymsum kórkappingum í Europa.

Bente Lund Degn, er kórleiðari og hava hon og maðurin, Nis Brummer, eisini røtur til Klosterkirkens kor, sum var eitt rættiliga gott og kent kór í síni tíð í Horsens. Eisini onkrir føroyingar, sum hava lisið í Horsens, hava verið við í hesum kórinum.

Skráin til konsertina í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 27. mai kl. 19.30 er samansett av kirkjuligum tónleiki, harav ein stórur partur er knýttur at Kristi himmalferð, umframt ein partur eru danskir og føroyskir sangir.

Christianskirkjan fríggjakvøldið 27. mai kl. 19.30 - Kvinnukórið, Crescendo úr Horsens

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…