Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður flytir fram heiðursrøðu um føroyska bátin kl. 13.15 í Klaksvíksgarðinum

Føroyski báturin á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.05.2022 - 12:01 Mentan

UNESCO setti 14. dec. 2021 siðvenjuna um "klinkaða bátin" - og harvið føroyska bátin á lista yvir heimsarv!

Hesa hending fer Føroya løgmaður, Bárður á Steig Nielsen – verji hjá ítróttini, at gera nakað burturúr í sambandi við, at Norðoyastevnan verður sett, leygardagin kl. 13.15 í Klaksvíksgarðinum, har hann heldur røðu um bátin.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið ger vart við á heimasíðu síni, at saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í 14. dec. 2021 innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini.

Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

Kent er tað, at her um okkara leiðir hevur føroyski báturin, sum vit kenna hann, verið einasta fiski- og flutningsfar, heilt frá víkingatíð fram til 1872, tá ið fyrsta sluppin kemur til Føroya. Óendaligar eru søgurnar, ið knýta seg at bátinum, siðir kring hann og brúk av honum.

Aldargamli kappróðurin, sum síðani er vorðin ein rættilig ítrótt við hópin av íðkarum, hevur eisini givið bátinum eitt serligt snið. So báturin kann sigast at vera brúkslutur, eins og hann er eitt serstakt sniðgivið listarverk – og handverk. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Mentamálum segði m.a. tá tað varð hátíðarhildið, at báturin hevði vunnið sær sømdir hjá UNESCO: “Hetta er fyrstu ferð, at Norðurlond eru gingin saman um eina innskriving á UNESCO listan yvir siðaarv, og tað er gleðiligt, at tað júst er aldagamli súðubygdi báturin, sum framvegis hevur so stóran týdning í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar fáa eitt evni innskrivað á UNESCO listan”.

“Bátasmiðir, áhugafeløg, Róðrarsambandið, Tjóðsavnið og øll tey mongu, sum hava staðið saman um arbeiðið at fáa føroyska bátin á UNESCO listan yvir siðaarv hava framt eitt megnar arbeiðið, ið fer at verða føroyska bátinum og okkum øllum til miklan frama. Hjartaliga tillukku við tí. Við at seta føroyska bátin á UNESCO listan binda vit okkum sum samfelag til at vitanin um føroyska bátin og førleikin at smíða og brúka bátin verða varðveitt og førd víðari til komandi ættarlið,” sigði Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Nú summarstevnurnar byrja við Norðoyastevnuni, har kappróðurin og báturin saman við hundraðtals manningum fara undir eitt spennandi kappingar ár - heilt fram til Ólavsøku, varð hildið skilagott, at løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ið er verji at ítróttini, segði nøkur orð um bátin og annars um týdningin av, at hann hevur vunnið sær so góða tign hjá UNESCO.

Kl. 13.00                   Norðoyastevnan verður sett - Í Klaksvíksgarðinum

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini setur

                            Klaksvíkar Hornorkestur spælir

kl. 13.15              Í Klaksvíksgarðinum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður flytir fram heiðursrøðu um føroyska bátin.

- UNESCO hevur sett føroyska bátin á listan yvir heimsarv.

 

Kl.13.30 – 14.50     Kappróður - FM-barnaróður - tíverri avlýstur

Kl. 15.30 – 17.40      Kappróður - FM-róðrar

                            Róðurin verður vístur á stórskíggja á vestaru bryggju.

                            Til ber at keypa okkurt leskiligt

Kl. 18.00                  Heiðursmerkjahandan – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerki

Í Klaksvíksgarðinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…