Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhanna setti Norðoyastevnuna

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  28.05.2022 - 16:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein hátíðarlig løta, tá ið Norðoyastevenan varð sett í dag í fagrasta veðri.

Hóast veðrið hevði steðg fyri barnaróðrinum, var væl av fólki savnað til setanina, har Klaksvíkar Hornerkestur spældi. Jóhanna C. Cristiansen, forkvinna í mentanarnevndini setti Norðoyastevnuna, og eftir tað helt løgmaður røðu um føroyska bátin, sum er settur hjá UNESCO-listan yvur varðveitingarverdugan heimsarv.

Eitt sjónvarprslið hjá Frakland 5 gekk eisini runt um kirng og gjørdi søgur um føroyska bátin.

Røðan hjá Jóhannu C. Christiansen verður endurgivin niðanfyri:

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar, kappróðrafólk og norðoyastevnugestir annars

Vælkomin á Norðoyastevnu!

Og serliga vælkomin til løgmann Bárð á Steig Nielsen, sum skal flyta fram røðu um føroyska bátin, ið nú er komin á varveitingarlistan fyri heimsarv hja UNESCO.

Tað er mær ein heiður at siga nøkur fá orð við hesa setan.

Og hvat er tað ikki deiligt, at kunna savnast aftur uttan avmarkingar, uttan óttan fyri einum nýggjum útbroti, sum hevur verið okkara fastur fylgisveinur tey síðstu tvey árini.

Fyri okkum norðoyingar er Norðoyastevnu nakað serligt.

Sjálvt um fjøll og urtagarðar ikki hava tann vakra grøna litin enn, so vita vit, at nú er summar fyri framman.

Tað boðar henda fyrsta summarstevna okkum fra.

Eg minnist sum barn, at tað var stórt at sleppa á Norðoyastevnu, at síggja kappróður, og at eg sum lítil bygdagenta slapp á miðari nátt, til Klaksvíkar til miðnáttarsamkomu og fýrverk – hetta stendur enn klárt fyri mær. Tað var nakað fjálgt og hátíðarligt yvir Klaksvíkini, hon var klødd í ein heilt serligan búnað.

Tað hendi meira enn so at veðrið ikki var til vildar. Minnist at eg sum tannáringur hevði verið í Klaksvík og keypt mær stás til Norðoyastevnu, knickers, ein tunnan klædningsjakka og opnar sandalir, sum var ógvuliga smart tá.

Leygarmorgun vaknaðu vit upp til nýggjan kava, langt oman í fjøllini. Tá var krisa! Ein kundi ikki fara á Norðoyastevnu í gomlum klæðum.

Tá vit í fjør sótu á fyrireikingarfundi við KRF, og eg varð biðin um at handa heiðursmerkir og seta Norðoyastevnu, var ynskt, at eg skuldi bera føroyska búnan.

Tosað var um, at stuttligt hevði verið um búnin aftur bleiv brúktur á Norðoyastevnu.

Tá hugdi mentanarstjórin, Eirikur í Jákupsstovu sum er tilflytari, undrandi og spurdi, um tað hevði verið vanligt at búnin var nýttur á Norðoyastevnu?

Skulu vit ikki hava hetta í huga nú Norðoyastevna er? Tað eru eg og tú, ið avgerða, um Norðoyastevnu er ein hátíðarlig summarstevna.

Tá eg umborð á Teistanum í gjár, hoyrdi eina konu aftan fyri meg siga, at Summarfestivalurin hevði avloyst Norðoyastevnu, hugsaði eg, hví skal eitt avloysa eitt annað?

Okkara býur, hevur nógv góð og stór tiltøk, og lat okkum í felag aftur seta Norðoyastevnu í fokus, og gera hana enn meira hátíðarliga.

Í dag er býðurin flaggskrýddur, vit hava sæð fólk stákast runt húsini, málað, vaskað, og gjørt  klárt at taka ímóti gestum, og hevur hetta skapt ein hugnaligan stevnuhýr og skapar hetta trivnað.

Tað er av alstórum týdning fyri okkara heilsu og trivnað, at vit liva og ikki bara yvirliva. At vit eru varug við, alt tað vakra og góða runt um okkum, og fegnast um lívið og tær gávur, okkum eru givnar, er umráðandi.

Havi hug at taka eina lítla søgu fram, sum eg havi brúkt áður, men sum væl tolir at vera deild einaferð afturat.

Tað var ein múgvandi maður, sum hevði hug at vísa soninum, hvussu fátøk fólk livdu.Teir búðu nakrar dagar út á einum bóndagarði saman við einari familju, sum var sera fátøk.

Afturkomnir av túrinum spurdi pápin sonin, hvussu honum hevði dámt túrin.

Jú, segði sonurin, mær dámdi væl. Nú sást tú, hvussu tey fátøku liva, og hvat lærdi tú so av hesum?

Sonurin svaraði. Vit hava ein hund, tey høvdu fýra. Vit hava ein svimjihyl í miðuni á urtagarðinum, tey hava eina á uttan enda.

Vit hava keypt lampir at lýsa í garðinum, tey hava stjørnunar og mánan at lýsa upp um náttina.

Vit hava ein innara garð, sum røkkur til tann uttara garðin, tey hava allan sjónarringin.

Vit hava ein lítlan part av lendi, at búleikast á. Tey hava lendi, sum røkkur so langt eyga sær.

Vit hava tænara at tæna okkum, tey tæna øðrum. Vit keypa okkara mat, tey dyrka sín egna. Vit hava hegn og múrar fyri at verja okkara ognir, tey hava vinir at verja seg.

So takk pápi fyri, at tú vísti mær, hvussu rík tey eru.

Gevur hetta ikki okkum okkurt at hugsa um?

Hvat vildi hent, um vit øll søgdu takk fyri, tað vit eiga? Og ikki ørkymla okkum um, hvat okkum vantar.

At vit seta virði á tað góða, okkara nærumhvørvið, vinir og familju, síggja møguleikar heldur enn forðingar, og gera okkara besta,

Lat okkum bretta upp um armar, og broyta tað, vit kunnu, við einum jaligum hugburi og njóta løtuna og hugna okkum saman nú á Norðoyastevnu.

Takk, at tit lýddu á, og læt okkum øll fara at stuðla okkara  røsku og dugnaligu róðrafólki, sum hava brúkt so nógva orku og tíð uppá, at vit skulu fáa ein góðan og spennandi róður.

Við hesum orðum er Norðoyastevnnan sett, og ynski eg tykkum øllum,

Góða Norðoyastevnu!

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnarnevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár