Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú má alt gerast, sum gerast kann, fyri at gera Húsarhaldsskúla Føroya lidnan. | Mynd: Húsarhaldsskúli Føroya.

Húsarhaldsskúlin má koma nú!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2022 - 15:42 Leiðarin Mentan

Tað mátti ein fyrispurningur á tingi til, fyri at tað bleiv avdúkað, at Húsarhaldsskúli Føroya var komin í drag. Og tað kann ikki góðtakast, at Húsarhaldsskúli Føroya ikki er farin í gongd enn. Skúlin verður nógv meira enn bert tey skúlatilboð og skeið, sum skúlin heldur gjøgnum árið. Skúlin er eitt ungdóms-magnet, ið fer at skapa trivnað bara við at vera til, har hann er.

Mánadagin var at hoyra, at Hoyvík er við at fara fram um Klaksvík í íbúgvatali. Og ongin ivi er um, hví so man vera. Tað er tí at fólk í miðstaðarøkinum trívast. Og hví skuldu tey ikki tað? Tey hava so nógv teir flestu hentleikarnar í landinum í sínum túni, tá hugsað verður um ítróttartilboð, mentanartilboð – og útbúgvingarmøguleikar.

Undirritaði sat sjálvur í Klaksvíkar Býráði, tá hart tiltrongdi nýggi Húsarhaldsskúlin var settur á skinnarar, og tað er við sorg, at eg lesi, at spakin ikki er settur í enn. Mín hugsan er enn tann sama sum tá: Sjálvandi skal nýggi Húsarhaldsskúli Føroya liggja í hjartanum av Klaksvík!

Fyri góðari øld síðani flutti Føroya Fólkaháskúli úr Norðoyggjum og til Havnar. Harvið mistu Norðoyggjar sín mentanar-vita. Á Fólkaháskúlanum varð undirvíst á føroyskum, fyri fyrstu ferð nakrantíð, og hann var eitt stórt trekkplástur fyri fólk, ið gjørdust av alstórum týdningi fyri føroyskt mál og mentan. Listin er ov langur til at taka nøvnini her.

Í 20. øld fingu Norðoyggjar so ein annan háskúla – Húsarhaldsskúla Føroya. Hesin hevur væl og virðiliga prógvað sítt virði. Nógvar ungar kvinnur hava nomið sær útbúgving og lokið prógv innan handverk, matvøru, siðsøgu og almennar lærugreinir. Og restina av tíðini hava forkunnug og áhugaverd skeið verið hildin á skúlanum, ið hava givið skeiðsluttakarunum ikki bara førleikar, men innihald í gerandisdegnum. Virðið av tí kann ikki mátast í pengum.

Fyri at fáa ein góðan og vælvirkandi miðbý er umráðandi, at hann er fjølbroyttur. Har skal vera ein góð blanding av virksemi – eitt nú íbúðir o.a. bústaðir, handilsvinna, virkið kafé-lív, mentan, onnur vinna enn nevnda, eins og tilboð til bæði ung og gomul. Í dag hava vit nógv av hesum har, men fyri at fáa miðbýin at eydnast væl, manglar tilboðið til ung.

Har ungdómur er, kemur ungdómur til, og har gentur eru, koma dreingir til. Tað er lívsins gongd. Við at byrja ein nýggjan vælvirkandi húsarhaldsskúla har, fáa vit ein lívsjáttandi og vónríkan ungdómshóp at seta lív í miðbýnum, og tað er júst tað, miðbýnum tørvar. Verandi Húsarhaldsskúli er ov fjarskotin og ikki partur av einum umhvørvi, ið gongur upp í eina hægri eind, sum hann hevði gjørt í miðbýnum.

Nú hoyrist, at orsøkin til, at húsarhaldsskúlin er komin í drag, er, at hann er vorðin nakað dýrari enn mett. Men hetta “argumentið” kann als ikki góðtakast. Tá ið ein almennur bygningur í Havn verður dýrari enn mett, so rópa øll í kór, at “Nú má alt setast inn fyri at fáa bygningin lidnan!”. Hvat er galið við, at eitt útbúgvingartilboð í Klaksvík fær somu vælvild?

Vandi er fyri, at um avgerðin um at byggja húsarhaldsskúlan ikki fer í gongd heilt skjótt, so missa Norðoyggjar enn ein skúla, og Føroyar gerast eitt miðstaðarøki við nøkrum sovibygdum rundan um. Tá eru Føroyar ikki nakað land longur, men ein einstakur býur við forstaðum, og tá hava vit sum tjóð mist alt.

Var talan um ein skúla í Havn, so hevði landsstýrismaðurin longu verið í Løgtinginum og biðið um meirjáttan, og sat klárur til at fara eftir eini játtan afturat. Hví hava Norðoyggjar ikki somu sømdir?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld