Lýsing

Nøkur orð um staðseting í miðbýnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.06.2022 - 18:51 Lesarabrøv Mentan

Fyri kortum handaðu menn eitt mótmæli til býráðsformannin – har gjørt var greitt at missnøgd var við staðsetingina av Húsarhaldsskúla Føroya í miðbýnum í Klaksvík.

Oddamaðurin fyri mótmæli gjørdi greitt at “slíkir skúlar” kundu liggja allastaðir og hann hevur í miðlunum ró fram undir at Húsarhaldsskúlin kann forða fyri egnum ætlanum í samband við nýggju húsini hjá Nólsoyar Páll. Staðsetingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll er annars ikki upprunalig .

 

Í 2016 handar táverandi býráð grundstykki í miðbýnum ókeypis til Nólsoyar Páll’s grunnin - Alt gott um tað. Men um Nólsoyar Páll hevur rætt at fáa heiðurspláss í miðbýnum í Klaksvík so hava kvinnurnar aftanfyri Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík so sanniliga uppiborið at koma til heiðurs á fyrstuparkett í miðbýnum.

 

Eg skal ikki koma inná søguna um Nólsoyar Páll, men søgan um Húsarhaldsskúlan er í øllum førum sera tætt knýttur at Klaksvíkini og teimum merkiskvinnum ið her hava búð.

 

Tað sigur ikki so lítið um tað vantandi viðurkenning og tað stríð, sum kvinnurnar handan Húsarhaldsskúlan hava  her í býnum, tá býráðslimir veita manni ókeypis heiðurspláss í miðbýnum - meðan kvinnurnar mugu rinda býráðnum fyri grundstykki fyri at byggja føroyskari matmentan og sigasøgu ein skúla – til ungdómar úr øllum landinum. At skúlin í evstu løtu skal forfjónast og skammast úr miðbýnum tí at hann ikki er hóskandi er fullkomiliga óskiljandi og undir øllum umstøðum ófortjent.

 

Søgu- og kvinnubrot:

Í formæli til 25 ára søgurit um Húsarhalsskúla Føroya skrivar Bernhardina Klein, soleiðis: 

“Húsarhaldsskúli Føroya – Klaksvíkar Húsmøðrafelag. Í Klaksvík eru hesi bæði orð óloysiliga knítt at hvørjum ørðum. Nevna vit skúlan, so kemst ikki uttan um kvinnurnar, sum fingu hugskotið til hansara.

Kvinnurnar, sum stríddust og treiskaðust í langt áramál og at enda fingu hann settan á stovn. Kvinnurnar, sum tá ikki settust hendur í favn, men hildu á at stríðast, til tess at skúlin varð góðkendur. Kvinnurnar, sum brutu upp um armar, hvørjaferð skúlanum tørvaði okkurt, tí fyrstu árini var mangan trongligt fíggjarlig.....”

 

Í 1948 varð básarur hildin til frama fyri ellisheim í Klaksvík. Hetta var eitt tiltak, sum fólk úr øllum Norðoyggjum stóðu saman um, og tað var eitt ómetaliga stórt tiltak. Nógvur peningur kom inn. Nakrar av kvinnunum sum høvdu verið uppí at savna inn peningin tóku seg saman og stovnaðu Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1951. Kvinnurnar aftanfyri felagið kendu at teirra sjónarmið vóru ov illa umboðaði í býnum og samfelagnum sum heild. 

 

Kvinnurnar løgdu stóran dent á sjálvbjargni. Sum dømi kann nevnast at til tess at útvega felagnum eitt sindur av steintoyi høvdu tær fyri, at hvørjaferð tær komu á fund, so lótu allar nakrar krónur at keypa koppar fyri – jú stórur dentur var lagdur á ikki at skylda nøkrum nakað.

 

Hesar kvinnurnar vóru eisini savnandi. Gamli tekiski skúlin stóð í gerð og tær skipaðu fyri tiltøkum til frama fyri byggingina og stuðlaðu soleiðis skúlanum fíggjarliga. Kvinnurnar í Húsmøðrafelagnum høvdu sostatt ein tíðandi leiklut í at skúlin bleiv liðugt gjørdur.

 

Bernhardina Klein skrivar soleiðis:

“ Tað var nakað eftir hetta, at vit fóru at tosa um, hvussu tómt og ørkimlandi tað í grundini var, at vit vóru góðar, tá peningur skuldi útvegast, men ongantíð vóru spurdar tá avgerðir skuldu takast. Vit føldu okkum nærmast sum fornkvinnurnar, sum gingu og samlaðu, meðan mennirnir fóru út at veiða. Tað var ikki nøktandi fyri okkum bara at savna inn, tí vit vildu eisini eiga okkara lut í avgerðunum......

... Men tit mugu ikki trúgva, at sóknarstýrið nakrantíð droymdi um at velja okkum í nakra nevnd, sálvt ikki tá vit høvdu fingið bæði skúla og alt møguligt annað ígjøgnum ....

... So tað hevur gingið ógvuliga seint at fingið virðing fyri tí, ið arbeitt hevur verið við. Men tó skal sigast, at Sóknarstrýrið hjálpti okkum, og teir vóru positivir á sín hátt....

... Vevskúlin var uppsteðgaður um hetta mundið. Tí fóru vit undir at fá hann aftur í gongd....

... Tað at skapa fólkinum í bygdini møguleikar at nema sær kunnleika mettu vit at hava stóran týdning, tí fóru vit undir at skipað fyri kvøldskúla – fyrstu tíðina í enskum, bókbinding, fimleiki, og handarbeiði....”

 

Í 1967 keypir felagið húsini úti á Stoksoyravegi og í 1974 verður Húsarhaldsskúlin stovnaður og síðani góðkendur í 1977.

 

Húsarhaldsskúli Føroya byggir sostatt á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Ein modernaður og kreativur skúli har tað gamla møtir tí nýggja og hvørt ár leita millum 400 til 500 ungdómar úr øllum landinum til skúlan at læra um føroyska mat- og siðamentan. Hetta ger skúlan til ein mentunarbera sum so sanniliga hevur uppiborið staðseting í miðbýnum í Klaksvík.

 

Skúlin kemur heim

Húsmøðrafelagið var stovnað júst á Biskopstø tann 18.juni 1951 og kvinnurnar ið stovnaðu felagið vóru: Jenny Gaard, Petra Rasmussen, Anna Simonsen, Elisabet H. Justinussen, Fanny Petersen, Petra Gardar, Malena Samson, Josefina Poulsen, Amalia Poulsen, Turid Petersen, Jetta Jónsson, Oluffa Ziska Dahl, Salomina Niclassen, Andrea Dahl, Jenny Kjelnæs og Henrikka Askam.

Í fyrstu nevndina vóru valdar: Fanny Petersen, forkvinna, Jenny Gard, næstforkvinna, Anna Simonsen, kassameistari, Elisabet H. Justinussen, skrivari, og  Petra Rasmussen.

 

Sostatt er staðsetingin í Miðbýnum ein hóskandi viðurkenning av skúlanum og við at geva skúlanum bestu umstøðurnar undirstrika vit týdningin av tí besta av føroyskari matmentan og siðsøgu. Hetta hevur ómetaligan týdning nú útlendskar mat- og siðamentanir floyma inn yvir ungdóm okkara.

 

Sjálvsagt eigur okkara egni skúli eitt pláss í hjartanum av Klaksvíkini!

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan
Herverk í Klaksvík