Myndaarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta sigurin á rað móti Víkingi
Talan bleiv sum væntað um ein javnan og spennandi dyst, men KÍ fekk tey týdningarmiklu stigini.
Talan var um fyrsta dyst eftir landsliðssteðgin hjá KÍ, og fyrstu dystirnir eftir landsliðssteðg hava ofta verri dygd, tí rytman er farin. Tí eiga krøvini til ein slíkan dyst at verða hareftir. Sum Norðlýsið skrivaði undan dystinum kundu vit væntað ein spennandi dyst.
Víkingur skuldi komið á odda tíðliga í dystinum, tá Jósef Ó. Gleðisheygg sendi eitt framúr innlegg til ein púra fríðan Jørgen Nielsen, sum skallaði langt viðsíðuna av. KÍ revsaði stutt seinni, tá gott samanspæl millum Jóannes K. Danielsen og Árna Frederiksberg í høgru síðu endaði við, at Árni fann Patrik Johannesen, sum kundi skora sítt triðja mál í ár. KÍ skapti ongan annan málmøguleika fyrstu 42 minuttirnar, men áðrenn hálvleik høvdu Jákup Biskopstø og Patrik stórar møguleikar at økja. Víkingar hildu fyrr í hálvleikinum, at teir eftir eitt hornaspark áttu brotsspark, tá leikari bleiv hildin, men floytan tagdi.
KÍ helt Víkingi frá at skora
Í seinna hálvleiki gekk javnt á og bæði liðini høvdu sínar møguleikar. Hjá Víkingi endaði eina royndin á tvørstongini og einaferð mundi eitt innlegg enda í málinum. Í eina álopinum hildu KÍ-arnir, at ein Víkingur skuldi verið útvístur og Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg vóru eisini í sera góðum støðum til at skora. Talan var um ein ferðmiklan og til tíðir hart leiktan dyst millum tvey jøvn lið. KÍ fekk sjáldan spælið at koyra, men ímun til nógvar aðrar dystir, so var tað kanska skiljandi hendan dystin, tí mótstøðuliðið var sterkt, sum NSÍ, B36 og HB kunnu skriva undir uppá, eins og talan sum áðurnevnt var um fyrsta dyst eftir landsliðssteðg. At KÍ vinnur ein slíkan javnan dyst sigur eisini nakað um styrkina á liðnum, men KÍ má skjótt til at byrja at skora meir enn hægst eitt mál hvønn dyst, tí áðrenn 10. umfar skal KÍ m.a. tríggjar ferðir til høvuðsstaðin at vitja trý av betru liðunum í deildini higartil í ár. Tað er upplagt hjá KÍ at byrja á heimavølli komandi umfar móti B68.
KÍ undir Magnusi Powell hevur sera gott tak á Víkingi, tí hetta var fimti sigurin á rað umframt, at KÍ eisini vann síðsta dystin móti Víkingi í 2024.