Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvannasund og Viðareiði við í veðurlags-granskingarverkætlan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.06.2022 - 12:08 Myndarøð Tíðindi

Sjálvt um tað er onki at taka seg aftur í, at veðurlagsbroytingarnar eru minni ógvusligar í Føroyum enn onkra aðrastaðni í heiminum, so verða bæði náttúrustøð og eisini lokalsamfeløg í Føroyum rakt. Støð, ið vit vanliga fata sum virðismiklar partar av okkara søgu og náttúrusøgu. Norðlýsið hevur tosað við Rico Kongsager, ið er lektari og Ph.D., og sum í hesum døgum kannar, hvussu veðurlagsbroytingarnar raka partar av Norðoyggjum.

Rico Kongsager sigur við blaðið, at hvør einasta frágreiðing og framrokning frá Veðurlagspanlinum undir ST, IPCC, peika á, at veðurlagsbroytingarnar eisini raka Norðurlond og herundir eisini Føroyar. Nógv er gjørt burturúr at fyrireika størru býirnar uppá at handfara eina framtíð við veðurlagsbroytingum, men munandi minni dentur verður lagdur á, hvussu hendan gongdin kann handfarast í smærri samfeløgum – um yvirhøvur nakar dentur. Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum kunnu vera flóðir, turkurog  glopraregn í ein so stóran mun, at tað kann merkja endin fyri landbúnaðar- og strandarøki og enntá heilar oyggjar, sum vit kenna og virðismeta tær.

 

Professiónsháskúlin í Keypmannahavn stendur fyri stóru norðurlendsku granskingarverkætlanini ”Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries”, stytt CliCNord, ið kannar, hvussu smá norðurlendsk øki og lokalsamfeløg skilja teirra støðu í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, hvussu tey longu nú handfara óynsktar hendingar, hvussu tær menna førleikar at fyribyrgja ávirkanina av veðurlagsbroytingunum og í síðsta enda tørvin á hjálp, ið antin longu er uppstaðin ella kann uppstanda í framtíðini, frá samfelagsskipanini og felagsskapum.

 

Granskingarverkætlanin fer í dýpdina við 8 ”case’um”, og ein av teimum er Føroyar. Denturin verður í føroyska partinum lagdur á, hvussu stormar og ódnir verða ávirkaðar av veðurlagsbroytingunum, bæði hvussu hesi hava ávirkað og fara at ávirka, og her verður fokus hildið á smáar bygdir í Føroyum. Ítøkiliga eru fokusøkið Norðoyggjar, og serliga Viðareiðis og Hvannasunds kommunur. Tær báðar kommunurnar hava ymisk útgongdsstøði í mun til landafrøði, íbúgvar, søgu og vinnuvegir, og eru tí eisini ymiskar, tá tað kemur til hvussu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, herundir av stormum og ódnum, fara at ávirka framtíðarlívið í bygdunum í kommununum báðum. 

 

Verkætlanin er komin í helvt, og í løtuni hevur verkætlanarbólkurin samrøður við fastbúgvandi í bygdunum í Hvannasunds og Viðareiðis Kommunu, við fólk við áhugamálum har, umframt serfrøðingar í ávikavist veðri/veðurlagi og íbúgvaviðurskiftum og -menning í Føroyum sum heild. Síðst í august mánaði verður ein stór kreppustýringarvenjing framd við denti á hetta landafrøðiliga økið (Hvannasunds Kommunu og Viðareiðis Kommunu) og á stormar og ódnir. Venjingin verður fyrireikað og útint í samstarvi við Klaksvíkar Sløkkilið og Katastrofe- & Risiko Management fra Professiónsháskúlan í Keypmannahavn, umframt frá viðkomandi aktørum við áhugamálum í økinum. 

 

Meira kann lesast um verkætlanina á heimasíðuni www.clicnord.org .

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð