Lýsing
Lýsing
Jógvan Zachariasen (vinstrumegin) hevur tikið cand.merc.aud á CBS í Keypmannahavn, meðan Jón Arge (høgrumegin) hevur tikið kandidatprógv í samfelagsbúskaparfrøði við Universiteti í Lund. Báðir lósu teir fyrst búskaparfrøði á Setrinum. | Mynd: Privatar myndir.

At lesa búskaparfrøði gevur spennandi starvsmøguleikar

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  29.06.2022 - 11:47 Tíðindi

Jógvan arbeiðir sum fíggjarfrøðingur hjá Bakkafrosti, meðan Jón ætlandi fer at arbeiða við makrobúskaparligum greiningum. Báðir hava tað í felag, at teir hava tikið bachelorprógv í búskaparfrøði á Setrinum.

Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, ein av hesum lesandi var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi. Í fjør – fimm ár eftir lestrarbyrjan – tók Jógvan Zachariasen kandidatprógv í grannskoðan (cand.merc.aud) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn (Copenhagen Business School).

Kandidatútbúgvingina tók Jógvan sum fjarlestur úr Føroyum, har hann hevði lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Í dag er hann í føstum starvi hjá Bakkafrosti, har hann millum annað ger uppfylging upp á fíggjarligu gongdina í ymsu pørtunum av virkseminum hjá føroyska alirisanum.

Jón Arge taldist millum tey lesandi, sum byrjaðu at lesa búskaparfrøði á øðrum árganginum við upptøku í august 2017. Á Setrinum var Jón síðsta lestrarárið eisini hjáundirvísari hjá fyrsta árs lesandi. Fyrst í juni 2022 – sløk fimm ár seinni – stóð Jón við kandidatprógvi í hondini frá Universitetinum í Lund í Svøríki og ætlar sær nú at arbeiða við samfelagsbúskaparligum greiningum.

Lund hevur fleiri ferðir heitt á Jón um at søkja um upptøku á teirra Ph.D. lestri, men hann ynskir fyrst at arbeiða næstu tíðina.

Á 3 ára bachelorútbúgvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum finnast bæði virkisfrøðiligar lærugreinir sum roknskaparfrøði, virkisstýring, fíggjarstýring, strategi og vinnurætt, og eisini búskaparfrøðiligar lærugreinir sum mikro- og makrobúskaparfrøði umframt støddfrøði, hagtalsfrøði og økonometri. Harumframt eru vallærugreinir í eitt nú CSR, alivinnubúskapi og spælteori.

Sostatt kundu bæði Jógvan og Jón fylgja sínum hugi til hægri lestur við at taka kandidatprógv í rættiliga ymiskum útbúgvingum í Keypmannahavn og Lund.

Freistin at søkja inn á bachelorútbúgvingina á Setrinum við lestrarbyrjan í august 2022 er nú fríggjadagin tann 1. juli 2022. Nærri upplýsingar um útbúgvingina og upptøkutreytir eru tøkar á Setur.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku fólka­tingsumboð­ini kunnu avgera…
Heygabúðin 40 ára føðingardag
Útróðurin í dag
Øll mugu hava ráð til grøna orkuskiftið
Trupul fólk stjala tíð og eru orsøk til…
Loyvið okkum at arbeiða við góðari samvi…
Trý ivamál í KÍ-hópinum til 2023
125 krónur í skattalætta
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann 3-1 á Fleyr
Hundavenjing uppi á Fossum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á NSÍ
Bjartalíð heldur høga stigið
Fíggjarmála­ráð­har­rin: Skilagott at dagfø…
Ferjur um vágna í Klaksvík
Son Of Fortune skjýtur FríðuTó­nar í gong…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Durita best í september
Bollarnir á KSS
Ein fjórðingur av løgukrónu­num enda í No…