Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brekøkið í kreppu

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  01.07.2022 - 06:04 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálvt við góðum frágreiðingum, tilmælum og ráðgeving um, hvussu partar av brekøkinum kunnu skipast betur, veit politiska skipanin hvørki út ella inn. Tey, ið kenna kreppurnar inn at kroppinum, eru borgarar, ið bera brek, avvarðandi og starvsfólk á økinum. 

Ymisk dømi um kreppur hava seinastu árini aftur og aftur verið lýstar í fjølmiðlunum, og tíverri hevur MEGD eisini annað innlit, ið undirbyggir tað sama. Hóast tað fleiri ferðir er gjørt vart við hesar ómenniskjasligu trupulleikarnar, verða teir ikki loystir.

Úr rúgvuni kann nevnast:

·      manglandi bústaðir til borgarar, ið bera brek

·      óvirðiligar umstøður á stovnum

·      óstøðug frítíðarskúlatilboð

·      starvsfólkatrot

·      bíðilistar til barna- og ungdómspsykiatriina og hjá Almannaverkinum

MEGD hevur umframt hetta víst á manglandi tvørgeiraligt samstarv.

Um hesar álvarsomu kreppur ikki skjótari verða tiknar í størri álvara, og ítøkiligt verður farið til verka, kunnu vit í nærmastu framtíð uppliva eina enn størri vælferðarkreppu í Føroyum.

Vit eiga millum annað at byggja skjótari, styrkja viðlíkahald av stovnum, útbúgva fleiri fakfólk innan serøkið, áhaldandi gera trivnaðarkanningar fyri at læra, hví starvsfólk og borgarar ikki trívast, lurta og gera eftir serfrøðini innan sálarliga heilsu, fíggja bíðilistarnar og menna fakliga samstarvið millum ráð, stovnar, kommunur og land. 

Langtíðarætlanir eiga at gerast við eini brekpolitiskari virkisætlan saman við borgarum, ið bera brek, soleiðis at vit komandi árini hava betri grundarlag at taka skilagóðar avgerðir, sum tryggja menning. Eins og talsfólk á brekøkinum skal gera kanningar og hava eftirlit við íverksetanini av ST-sáttmálanum.  

Vónandi leggur røða løgmans á ólavsøku upp til, at vit sum skjótast fáa brekøkið út úr kreppuni og inn í støðug tilboð og tænastur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…