Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talentið tekur við sum forstjóri

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  01.07.2022 - 16:00 Tíðindi Vinna

Fyri 10 árum síðani bleiv Turið Finnbogadóttir Arge kosin at vera millum 100 bestu ungu talentini í danska ríkinum í Berlingske Business. Komandi ár tekur Turið við sum forstjóri í BankNordik.

Eitt fyrivarni er upp á sítt pláss við byrjanini av hesi grein: Sum íløguleiðari í BankNordik setti eg sjálvur Turið Finnbogadóttir Arge í fyrsta starv hennara í bankanum á vári 2007. Eg minnist serliga væl tí setanarsamrøðuna, har Bjarki Mohr og eg beint eftir samrøðuna hugdu upp á hvønn annan og staðfestu við ein munn, at her var ongin ivi um, at 25 ára gamla Turið skuldi fáa starv. Unga kvinnan hevði longu tá fleiri ára arbeiðsroyndir sum fíggjarleiðari hjá Vodafone, hóast hon sum 19 ára gomul var blivin mamma og hevði tí tikið sína HD útbúgving innan búskap í frítíðini eftir arbeiði.

Nú hevur nevndin í BankNordik gjørt av at seta Turið Finnbogadóttir Arge sum nýggjan forstjóra í bankanum eftir Árna Ellefsen. Sum Janus Petersen, fyrrverandi forstjóri bankans, tók til í síni heilsan á LinkedIN: “So væl uppiborið!”

So skjótt Árni Ellefsen hevði sagt seg úr starvi, fóru gitingarnar um eftirmann hansara í gongd. Og flestu teirra við eitt sindur av innliti í bankan vístu á kvinnuna við framfýsna lyndinum og skilvísa sinninum. At nevnd bankans velur heldur sjáldsama leistin við at lata Árna Ellefsen sita alla uppsagnartíðina hevur møguliga okkurt við góðkenningartilgongdina hjá Fíggjareftirlitinum at gera, tá ‘fit-and-proper’ reglurnar fyri SIFI-stovnar eru sera harðar og skulu broytast í næstum. Ongin ivi er tó um, at nevnd bankans í Turið hevur funnið ein skikkaðan forstjóra.

Turið Finnbogadóttir Arge saman við starvsfólkunum deildini hjá BankNordik í Nuuk, tá løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin herfyri vitjaðu høvuðssætið.

Fevnir frá løgmanni til lærling

Í farnu viku var Múte B. Egede, grønlendski landsstýrisformaðurin, á almennari vitjan í Føroyum, har hann saman við løgmanni eisini kom á gátt í BankNordik. BankNordik hevði nemliga bjóða øllum sínum starvsfólkum á bankadeildini í Grønlandi til Føroya á vitjan. So her brúkti Turið gylta møguleikan at vísa týðandi og tætta sambandið landanna millum.

Sum fyrrverandi íløguleiðari, starvsfólkaleiðari, marknaðarleiðari, vinnukundastjóri, privatkundastjóri og rakstrarstjóri bankans hevur Turið sera viðkomandi royndir til at taka við sum forstjóri. Hon hevur sett eina rúgvu av fólkum í starv og havt fundir við allar leiðarar um stórt og smátt. Tað var eisini Turið, sum myndaði stóra marknaðarføringsátakið á danska marknaðinum, har BankNordik royndi at vera bankin, sum ráðgav uttan volapykk.

Turið hevur tikið eina MBA í leiðslu frá Henley Business School.

Millum bestu talentini í ríkinum

Í 2012 bleiv Turið kosin at vera millum bestu talentini í árliga átakinum hjá stóra danska blaðnum Berlingske Tidende, har tey eftir innstilling velja 100 tey bestu talentini yngri enn 30 ár. Umframt heiðurin fekk Turið hervið eisini møguleika at netverka og knýta bond til onnur dugnalig og framfýsin ung starvsfólk.

Gott sjálvsinnlit er fortreyt fyri sjálvsmenning verður ofta sagt. Og tað er satt um Turið. Henni dámar lítið uttanumtos og small-talk. Men tá hetta er ein fastur táttur í sosiala samspælinum millum leiðara og starvsfólk, leggur hon seg eftir at megna tað eisini. Við at vera tilvitað um sínar avmarkingar, mennir hon sínar styrkir sum leiðari.

Í samrøðu við Berlingske í 2013 skuldi Turið vísa á ein reyðan tráð á starvsleiðini, har hon vísti á, at hon hevur duga at sagt ja takk til møguleikarnar henni stóð í boði. Og møguleikan fyri at gera karrieru í bankanum var hon eintýðugt glað fyri. Sjálv hevur Turið tikið bæði cand.merc. frá Handilsháskúlanum í Århus og MBA leiðsluútbúgving frá Henley, meðan hon hevur starvast í bankanum. So hon hevur áhaldandi ment seg sjálva bæði búskapar- og leiðslufakliga.

Í fjør valdi Turið tó at siga seg úr starvi í kjalarvørrinum av, at bankin við ársskiftið 2020/21 seldi donsku bankadeildirnar til Sparnord Bank. “Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar leiðir”, helt hon tá. Men áðrenn uppsagnartíðin var av, tók hon uppsøgnina aftur og helt áfram í bankanum og samtaksleiðsluni. Eitt gott val fyri hana og bankan.

Tað verður spennandi at fylgja henni víðari á starvsleiðini, tá hon komandi ár kann seta seg fyri borðendan í BankNordik.

Starvsleiðin hjá Turið Finnbogadóttir Arge í BankNordik

2022 –             Stjóri (fyri síðan at taka við sum forstjóri eftir Árna, tá ið hann gevst)

2017 - 2022     Rakstrarstjóri

2015 - 2017     Privatkundastjóri  

2014 – 2015    Vinnukundastjóri

2012 – 2014    Sølu- og marknaðarleiðari

2010 – 2012    Starvsfólkaleiðari

2008 – 2010    Toymisleiðari, Íløgudeildin

2007 – 2008    Ognarrøktarráðgevi, Íløgudeildin  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja