Lýsing
Lýsing
Lýsing
Otto, sum er ættaður í Klaksvík - sonur Lenu og Trygva Neshamar, hevur starvast sum postdoc-granskari á University of Dundee í Skotlandi síðani februar. | Mynd: Otto Eivind

Otto Eivind Neshamar ph.d.-prógv frá University of Aberdeen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  01.08.2022 - 22:22 Mentan Tíðindi Vinna

Granskingarráðið skrivar: Tann 5. juli fekk Otto Eivind Neshamar prógv sum ph.d. í verkfrøði á University of Aberdeen í Skotlandi.

Heitið á ph.d.-verkætlanini er "Hydrodynamics of oscillatory flow over an array of cylinders".

Endamálið við verkætlanini er at vera við til at menna náttúrugrundaðar strandarøkisverjur - "nature-based coastal protection". Hetta snýr seg um, at náttúrligar vistskipanir sum finnast í strandarøkjum, til dømis tari, havgras ella korallriv, kunnu gagnnýtast til at verja strendur.

Verkætlanin innibar vísindaligar royndir á "fluid mechanics" laboratoriinum í Aberdeen, har mátingar vóru gjørdar av vatn-ferðum og kreftum í einum kari. Verkætlanin varð fíggjað av University of Aberdeen. Vegleiðararnir vóru Dr. Dominic van der A og Tom O'Donoghue, professari. Í próvnevndini vóru Vladimir Nikora, professari á University of Aberdeen, og Chris Blenkinsopp, dr. á University of Bath.

Otto, sum er ættaður í Klaksvík, hevur starvast sum postdoc-granskari á University of Dundee í Skotlandi síðani februar.

Ph.d.-ritgerðin kann takast niður her 

Aðrar tilsipingar her

(Kelda: Gransking.fo)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…