Lýsing
Lýsing
Lýsing

So kom summarveðrið á Summarfestivalin

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  05.08.2022 - 18:02 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú hann lækkaði til vestan og útsynning gjørdist bæði turt og fjálgt á Summarfestivalinum. Vit hava verið ein stuttan túr í býnum. Lagið er gott og tað yðjar av gestum allastaðni í Klaksvík í dag, heiður himin og lotið fall burtur í einki. 

Í Vágstúni upptraðkaðu Bobo og aftana Kular Røtur. Sera nógv børn vóru møtt til Bobo tiltakið. Kularrøtur høvdu meira vitjan av fólki á aldri seinast í 20'unum og fyrst í 30'unum. Og ikki minst smáu børnini hjá hesum árgangunum.

Úr Íslandi var Jógvan Hansen komin, so vit fingu tónleik og sang frá  eitt nú Steintór, Jógvan, Rakul og Mikkjal. Hesi vóru tey flestu frá upprunaframførslunum, men eru í dag um 20 ár eldri enn tá hesar ljóð og sangmyndir tóku form.

Víðari gingu vit í Silvalandið hjá Norðoya Sparikassa í KÍ høllini og Badmintonhøllini. Eisini her var frálíkur stemningur-

Jú, sólin skýnur í Klaksvík í løtuni og helst fara vit eisini til Havnar at sóla okkum hósdagin í komandi viku á Tórsvølli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…