Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dátueftirlitið fer framvir at liggja á Skálafjørðinum og har fer tað at liggja væl

Ilt eyga kann onki gott sjá

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.08.2022 - 08:24 Leiðarin Tíðindi

Nú seks (6!) almenn størv fara úr Havnini og inn í Eysturoynna við Dátueftirlitinum, eru harmaljóð at hoyra úr miðstaðarøkinum. Løgmaður má standa skúlarætt og svara Kringvarpinum uppá, um talan ikki er um ein rossahandil, og býráðssessurin hjá stjóranum á Dátueftirlitinum verður enntá drigin uppí málið í somu kringvarpstíðindum. Men hví í allari verðini skal hendan avgerðin verða gjørd til nakað ringt?

 

Tað er ilt at síggja, hvør fer illa av avgerðini um at flyta Dátueftirlitið inn á Skálafjørðin. Stovnurin hevur sjálvur tørv á betri og størri hølum, nú starvsfólkatalið er tvífaldað. Í profilinum hjá stovninum stendur, at Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki. Men kortini verður løgmaður spurdur um, hvørt tað ikki er til ógagns fyri stovnin, at hann ikki liggur sósaður saman við øðrum eftirlitum á Skálatrøð í Havn. Hvønn part av orðinum “óheft” skilir Kringvarpið ikki?

Løgmaður dugdi lukkutíð væl at svara fyri seg, tíbetur, og tað var eisini ein opnan og erligan Bill Justinussen, vit hoyrdu siga, at hann ikki fann seg í, at hansara lokaløki skuldi svíða fyri eina samgonguavgerð um at flyta Akstovuna úr Runavík.

At vera lokalur og at vera lokalpolitikari er ikki nakað, sum er eintýðugt ringt. Tað er nakað, tað er vorðið gjørt til, ikki minst av høvuðsstaðarpressuni. Leingi hevur diskursurin verið, at teir politikarar, ið hugsa um Havnina, hugsa um heildina og um allar Føroyar, meðan teir, ið hugsa um onnur øki enn Havnina, eru lokalpolitikarar burturav uttan eyga fyri heildini. Tað er bara ikki so!

Í fleiri vikur hava vit verið vitni til, at ein suðuroyingur ímóti sínum vilja hevur verið noyddur at ferðast til Havnar til dialysu fleiri ferðir um vikuna, og mátti liggja á Landssjúkrahúsinum í nógvar vikur, tí hann ongan fylgjara fekk. Her mugu vit spyrja, og hondina á hjartað: Hevði ein lokal loysn ikki verið nógv betri?

Ein og hvør rættsiktaður persónur dugir at síggja, at svarið er jú. Jú, tann lokala loysnin – ið Kaj Leo Holm Johannesen skal hava tøkk uppiborna fyri loksins at hava sæð og sigur gerast veruleiki frá komandi ári av – er í hesum føri nógv betri enn tann miðsavnaða loysnin. Vit hava livað við eini sentralari loysn leingi, og hon hevur ikki riggað. Norðoyingar hava eisini brúkt miðsavnaðu loysnina, men hava í meira enn einum føri valt eina lokala loysn við heimadialysu, og við góðum úrsliti. Onkuntíð er lokala loysnin heilt einfalt betri, tað er sjón fyri søgn.

Hví kann høvuðsstaðarpressan ikki onkuntíð fegnast saman við okkum, tá tað gongur væl? Hví skal vinkulin altíð vera, at Havnin missir? Tað, vit síggja nú, er, at Akstovan fær nýggj og tíðarhóskandi hølir. Dátueftirlitið fær nýggj og tíðarhóskandi hølir. Dialysusjúklingar í Suðuroy fáa nú viðgerð í Suðuroy. Øll vinna. Alt hetta átti at verið sólskinssøgur, men verður ítalusett, sum var talan um skipaðan ágang ímóti Havnini.

Gamaní fara havnarfólk ikki longur at kunna fara til gongu á gátt hjá Dátueftirlitinum, men tað er eisini einasti vansin, og vit loyva okkum at ivast í, hvussu mong havnarfólk renna Dátueftirlitinum á dyrnar í dag. Kanska høvuðstaðarpressan veit at siga okkum talið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Upprunin hjá Straight Ahead er ein saman…
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
Lýsing