Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eini 800 m2 av flagi skulu leggjast á, og er tað skorið í Saksunardali. | Mynd: Dávur Winther

Leggja flag á kappróðrarneystið

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  30.08.2022 - 10:49 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað hevur gingið væl við at smíða neystið, og hava teir fylgt tíðarætlanini rættiliga væl.

Bygningurin er fyri stóran part smíðaður inni sum elementir – størri bygningslutir, og síðani sett upp á staðnum.

Kvistarnir vóru gjørdir á sløttum og so lyftir upp á límbjálkar og -súlur sum berandi.

Bygnignurin er býttur upp í tvey við neysti, sum ikki er hitað, og síðani eru venjingarhølir, wc- og bað, umframt fundarhøli og uppilhaldsøki í heita partinum.

Tá ið tað er góðveður, sum nú, leggja teir flag á og annars innrætta teir og gera liðugt inni. Eini 800 m2 av flagi skulu leggjast á, og er tað skorið í Saksunardali.

Á byggiplássinum hava staðið 70 plattar av flagi, og ein lítil helmingur komin upp at liggja. Fyrra lagið verður lagt við grasinum niðureftir, síðani trol ímillum og tað ovaralagi við svørðinum upp.

Grundvíddin á bygninginum er 470 m2 og síðani er ein lítil loftshædd við fundahøli og goymslu á 120 m2.

Bygningurin verður hitaður við sjóhitaskipan.

Tað er Malltek, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, meðan Ósbjørn Jacobsen Arkitekatar hava teknað. Gongst sum ætlað, stendur bygningurin liðugur í november í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn
Landsinn­savning – Neyðhjálp til Afganis…
KÍ hevur 22 sáttmálar til 2026
Meiningsleyst at pilka 2 reiðarí burturú…
Greining av størru føroysku feløgunum
Fótbóltsmin­nir prýða skrivstovuna
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Soleiðis gongur í akademi­num hjá KÍ
Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið
Operahúsið í Sydney