Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í góðveðrinum í gjár sóust fyrsti teknini, at tað fer at blíva gráari í veðrinum. Frostrípurnar, ið flogførini gjørdu ímillum 12 og 15 km oman fyri jarðarknøttin, fóru ikki upploysn skjótt, men vóru hangandi leingi. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.09.2022 - 17:00 Tíðindi Veðrið

Nú er broyting í veðrinum at síggja. Vit hava havt liggjandi eysturætt í næstan tvær vikur við nógvum døgum við góðum veðri.

Hetta mynstrið verður nú broytt. Lágtrýstið, sum gevur okkum regn í dag, fer at leggja seg yvir Norra næstu 5 dagarnar og draga luft norðaneftir niður ímóti okkum. Sum viðurskiftini eru í morgun, so er tað ikki fyrr enn fyrr enn næsta vikuskiftið nærkast, at tað fer at missa sín mátt.

Ikki líka nógvar løtur við góðum veðri í vikuni sum kemur. Í ein stóran mun skýggjað og fleiri dagar við regni.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: 3 til 8 m/s av ymsum ættum um náttina og morgunin, men út á fyrrapartin 5 til 10 m/s av útnyrðingi. Skýggjað og regn ella ælaveður fyrrapartin. Tað slítur í út á seinnapartin. Um kvøldið turt fyri tað mesta.

Hitin mánadagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Týsdag: 3 til 8 m/s av vestri. Samdrigið og fyri tað mesta turt – tó okkurt æl í støðum.

Hitin týsdagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Mikudag: 3 til 8 m/s av norði. Skýggjað og regn ella ælaveður.

Hitin mikudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Hósdag: 5 til 10 m/s av norði. Skýggjað og ælaveður.

Hitin hósdagin fer at liggja um 8 til 11 stig.

Fríggjadag: 3 til 8 m/s av norði um náttina, men út á morgunin vestan, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt.  

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Leygardag: 3 til 8 m/s av vestri, sum hækkar upp í norðan seinnapartin, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður.

Hitin leygardagin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Sunnudag: Hann fer at mala úr ymsum ættum um náttina og fyrrapartin, men seinnapartin er sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og turt, men út á dagin skýggjað og regn.

Hitin mánadagin fer at liggja um 10 til 13 stig.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…