Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóhanna C. Christiansen, forkvinnan í stýrinum, Karl H. Johansen, stýrislimur, Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, Annfinnur Heinesen, leiðari, Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Louis Poulsen, stýrislimur, Hans Arni B. Thomsen, stýrislimur. Á myndini vanta Jógvan Skorheim og Gunn Hernes, stýrislimir. | Mynd: Dávur Winther

Annfinnur skoðar verkið

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  16.09.2022 - 22:31 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag hevði stýrið fyri mentanarhúsið sett Annfinni Heinesen stevnu at hittast í Varpinum, síggja húsið og hansara framtíðar arbeiðspláss.

Annfinnur hevði fylgt væl við frá fyrsta degi av, tá ið tað kom upp, at nýtt og prýðiligt mentanarhús skuldi byggjast í Klaksvík. Eitt hús sum skuldi kunna hýsa øllum møguligum mentanarligum tiltøkum, skeiðum, verkstovum, sjónleiki, tónleiki, kvøldsetum, ráðstevnum – stutt sagt alt hugsandi, sum øll í Klaksvík og grannaøkinum kunnu koma til hugs og kenna seg aftur í – Fólksins hús.

Annfinnur fekk handað blómutyssi frá forkvinnuni í stýrinum, Jóhonnu C. Christiansen við ynskum um góða eydnu og hepna hond í verkinum at leiða mentanarhúsið, Varpið.

Lovorðini hjá Annfinni mundu ongan enda fingið. Hetta var á fyrsta sinni, hann hevði verið inni í húsinum. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur var eisini við í ferðini, og greiddi hann hugaliga frá við tekningum og armrørslum, hvør hugsanin var við hesum og hasum.

”Nei, sum hetta húsið er væl gjøgnum hugsað”, segði Annfinnur fleiri ferðir, ”Sum tað er fleksubult og broytiligt við flytiligum veggum her og har - eisini inni á stóra pallinum” – ”Hetta er fantastiskt”, tók hann uppaftur fleiri ferðir. Samstundis komu fleiri smærri hugleiðingar um, at man her kundi gjørt tað og hitt. So Annfinnur er longu farin á flog í hugaheiminum.

Vit vóru í hvørjum króki og heilt uppi undir væðingini, sum er heilar tríggjar metrar hægri, enn upprunaliga ætlað. Hetta fyri at gera eitt enn betri rúm til at betri um sigtilinjur og ikki minst betra um ljóðgóðskuna. Eisini eru fleiri teknikbrúgvar til ljós og annan útbúnað.

Jú, tað er einki at taka seg aftur í, at her eru nógv ymisk rúm størri og smærri og nógvir góðir krókar - eisini til feløg og einstaklingar, ið hava nógv ymiskt at brúka húsið til.

Tó at vit tóku okkum góða tíð saman við nýggja leiðaranum, og hugurin fór at reika, so var avtalað at hittast skjótt aftur, tí Annfinnur vildi hava enn meir av sínum húsi.

Annfinnur helt seg hava fingið ein rættiligan fongu í hesum frágera húsi – Stýrið er sannført um, at hava fingið ein rættiligan fong í hesum dunaliga og víðskygda manni, sum hevur hópin at viðkomandi royndum og nógv at oysa av.

Fyrst í november 2022 tekur Annfinnur við leiðsluni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…