Lýsing
Lýsing
Lýsing

Allir dagar áttu at verið tunnilsdagar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2022 - 09:50 Leiðarin Politikkur

Fýra dagar um árið smakka vit, hvussu tað hevði verið, um landsins politikarar stóðu við síni orð og hildu lyftið um, at tá undirsjóvartunlarnir vórðu útgoldnir, varð ókeypis at koyra. Tunnilsdagarnir fáa handilsvinnuna báðu megin munnarnar at spíla seg út, og blíðskapurin er stórur báðu megin fjørðin og sundið. Onki er at ivast í tí. Men heldur enn bert 4 áttu tað at verið 365 dagar um árið og 366 hvørt skotár.

 

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2022 kom eina stokkuta stund at standa á heimasíðuni hjá tunnilsfeløgunum, at gjaldið varð avtikið pr. 1. januar 2022. Hetta birti bæði vón og gleði, men stokkut var tann gleðin, tí innanfyri 24 tímar varð hetta tikið burtur aftur av heimasíðuni, og bummgjaldsskipanin spann eisini gull uppá tvørfjarðarligar pendlarar eftir fyrsta januar í ár og ger tað enn.

Ein Samferðslupakki skuldi gerast. Hann skuldi vera góður fyri suðuroyingar, ið fingu eitt skip afturat til nógva farmin. Hann skuldi vera góður fyri eysturoyingar, ið fingu lægri gjald í Eysturoyartunlinum. So skuldu bensin- og dieselprísir hækkast; nakað, ið er hent av uttanhýsis ávum kortini. Og so skuldu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gerast ókeypis at koyra ígjøgnum. Ætlanin var at fáa hetta samtykt, áðrenn tingið fór til hús, men sum kunnugt brast tann ætlanin eisini. Vegna illvilja frá kreftum í Løgtinginum, ið framhaldandi ynskja at krevja inn.

Løgtingskvinnan Elsebeth M. Gunnleygsdóttur hevur nýliga sett málið aftur á skrá, og stóra tøkk skal hon hava fyri tað. Tað eydnaðist at fáa ein heldur lunkaðan landsstýrismál í samferðslu- og fíggjarmálum at siga, at hetta arbeiðið skuldi gerast í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, ið nú fer í gongd tann 1. oktober. Og her er tað, at allar góðar kreftir í Vágum, Norðoyggjum, og aðrastaðni í landinum, har tey vilja hesum báðum økjum tað væl, mugu eggja sínum politikarum til at fáa bummgjøldini í Vága- og Norðoyatunlinum avtikin.

Tað er sjón fyri søgn, at bummgjøldini forða menning og vøkstri. Hagstovan hevur júst kunngjørt gleðiboðini um, at fólkatalið í Føroyum er í vøkstri. Men at kalla allur tann veruligi vøksturin er miðskeiðis í landinum og inni á meginøkinum. Tórshavnar Kommuna er vaksin við 387 fólkum, ið er nógv tað mesta í tali. Henni á baki kemur Eysturkommuna við 69 fólkum. Lutfalsliga størsta fólkavøksturin eigur Nes Kommuna, ið vaks við 4,7% og ivaleyst verður ein býur í næstum. Nes Kommunu á baki koma Eysturkommuna, Vestmanna Kommuna og Eiðis Kommuna – allar inni á meginøkinum.

Samstundis vaks fólkatalið í Klaksvíkar Kommunu bert við 1%. Fugloyar Kommuna stendur í stað, meðan Viðareiðis Kommuna, Hvannasunds Kommuna og Kunoyar Kommuna beinleiðis minkaðu, síðstnevnda við næstan 4%! Í Vágum er neyvt sama støða: Vága Kommuna vaks bert 0,5% og Sørvágs Kommuna minkaði. Hetta í eini tíð, har fólkatalið í miðal veksur 1,3%. Einans miðøkið fær ágóðan.

Fíggjarlógin fyri 2023 er møguliga seinasta útkall at gera nakað við hendan gamla órættin. Verður hann ikki rættaður nú, er vandi fyri, at órætturin kemur í fasta legu, og at hesi bæði útjaðaraøkini norðantil og vestantil í Føroyum verða bundin niðri við einum gjaldi, ið mest av øllum líkist einum revsitolli á flutning til og úr Vágum og Norðoyggjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…