Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spejdernes lejr 2022 - Á stórari skótalegu í Danmark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 07:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í summar luttóku 23 skótar og leiðarar frá KFUM og K skótunum í Klaksvík á stórari skótalegu í Danmark. Spejdernes lejr er tann størsta skótalegan í Norðurlondum. Út móti 900 skótabólkar luttóku á leguni, teir flestu úr Danmark og Norðurlondum, umframt skótar frá Týsklandi, Ísrael, Ukraina, Onglandi, Canada og Tunesien. Tilsamans vóru uml. 35.000 skótar og sjálvboðin á leguni.

 

Legan var eina viku, 23. - 31. juli. Skótarnir bygdu eitt leguøki upp við pionering og hvønn dag var nógv spennandi á skránni og nógv at fara til. Á leguni vóru m.a. handlar og ein risa stórur pallur, har møguleiki var hjá øllum 35.000 at sita og lýða á. Nógv nýggj vinarbond vórðu knýtt og skótarnir hildu eisini Ólavsøku á leguni. Tey bjóðu hinar skótarnar á leguni inn á leguøki, og bjóðaðu gestunum m.a. turran fisk og drýl bakaður í grýtu á báli. Eitt minni fyri livið.

 

Takk fyri stuðulin

Áðrenn leguna skipaðu skótarnir fyri ymisk tiltøk, fyri at savna pening til leguna, ferðing o.a. í samband við leguna. Skipa var fyri kondibingo, tombola, lutaseðlasølu o.a.

KFUM og KFUK skótarnir vilja fegin takka øllum sum hava stuðlað. Eisini teimum sum hava stuðlað við peningagávu og vinningum:

Klaksvíkar kommuna – Klaksvíkar kvøldskúli – Mowi – Kósin/JFK – Klaksvíkar sleipistøð – Heygabúðin – Borg – Føroya Bjór – Føroya keypssamtøka – Christianskirkjan – Klakkur – Norðoya sparikassi – Íðka – bovling Leirvík – Motus sport – Sport 24 –  Inn Klaksvík - Føroya KFUK skótar – Føroya ungdómsráð og skótaforeldur.

 

Skótahjálp – børn sum hjálpa børnum

Í viku 39, frá 26. sep. til 1. okt., ganga skótarnir skótahjálp. Skótanir bjóða seg fram til at gera einahvørja fyrifalland uppgávu, so sum at dustsúgva, lúka, baka, leggja klæði saman, vaska bil, keypa, spula tún ella annað smáarbeiði, sum tørvur er á og sum skótarnir megna. Fyri arbeiðið fáa tey nakrar krónur til skótahjálpina. Innsavnaði peningurin fer til eina barnahjálparverkætlan í Føroyum og til eina uttanlands.

Í ár fer stuðulin uttanlands til LAND OF HOPE: Eingi børn skulu líða undir pátrúgv teirra vaksnu. Øll børn er fødd líka við líka rætti til frælsu. Tí leggur Land of Hope lív og sál í at berjast í móti barnaheksaákærum, ið hvørt ár hava við sær útblaking, pínslu og í ringasta føri dráp á børn í túsundatal í Nigeria. Les meira á: www.landofhope.global/.

Í Føroyum fer stuðulin til UTTANDURA SPÆLIAKTIVITETIR Á SKÚLANUM Á TRØÐNI: Skúlin á Trøðni er einasti serskúlin í Føroyum, har ganga næmingar, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum. Á skúlanum ganga áleið 50 næmingar. Stórur dentur verður lagdur á tryggleika, at næmingarnir kenna seg væl, tá teir koma í skúla. Málið er at gera næmingarnar so sjálvstøðugar og sjálvbjargnar sum gjørligt og betra teirra samskifti við onnur, soleiðis at teir kunnu virka í samfelagnum, bæði í skúlanum og uttan fyri skúlagátt. Umstøðurnar á skúlanum eru góðar, men í sjálvum skúlagarðinum vænta spæliaktivitetir. Stuðulin frá Skótahjálpini verður eitt ískoyti til ein upplivingarríkan og innbjóðandi skúlagarð við spæliaktivitetum, har møguleiki er fyri at menna og stimbra kropsligu førleikarnar og at fáa sansaligar spennandi avbjóðingar og upplivingar.

Takið væl ímóti røsku skótunum, sum koma á gátt hjá tykkum í hesi vikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…