Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fjórðingur av løgukrónunum enda í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2022 - 19:00 Politikkur Tíðindi

FÍGGJARLÓG: Tað detta ikki stórvegis nýggir løgupengar til landnyrðingsføroyar hesaferð. Verkætlanirnar Tunlar Norður um Fjall, Gula hús á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Húsarhaldsskúlin halda tó trygt fram.

Tað er í fíggjarlógini vit kunnu síggja raðfestingina av politisku málunum hjá einari samgongu. Tí verður altíð bíðað við spenningi, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram uppskot um fíggjarlóg.

Hesaferð er lítið at skriva heim um. Fáar stórvegis raðfestingar eru at síggja, uttan ein skattalætti, sum neyvan ger nakran mun hjá teimum, ið fáa lættan.

Hyggja vit eftir løgunum og tað, ið fíggjarmálaráðharrin rópar løgukenda játtan, so er samlaði karmurin 600 mió krónur. 150 av hesum enda í Norðoyggjum. 

Húsarhaldsskúli og Brandskúli

Stóra og fíggjarliga tunga verkætlanin eru Tunlarnir Norður um Fjall, sum hevur eina játtan á 130 mió. komandi ár. 10 mió. krónur eru játtaðar til umbyggingina av Gula húsið á sjúkrahúsinum og aðrar 10 mió. eru játtaðar í stuðli til nýggja Húsarhaldsskúlan.   

Eisini er peninguri settur av at fyrireika ein nýggjan Brandskúla í Klaksvík. Vit kunnu vænta at munandi upphæddir verða settar av til hesa spennandi verkætlanina frameftir.

Løgmaður kann smílast

Onkur hara verður tó hálað úr hattinum í fíggjarlógaruppskotinum. Vestmenningar hava eftir øllum at dømi í væntu ein nýggjan tunnil fyri smáar 400 mió. krónur. 12 mió. krónur eru settar av til fyrireikingar og prosjektering í 2023. Hesin tunnilin er valla bráðneyðugur, men er gott agn hjá løgmanni til løgtingsvalið um eitt lítið ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…