Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vegurin inn í framtíðina

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.11.2022 - 16:32 Myndarøð Tíðindi Vinna

"Ein tunnil er eitt gjøgnumbrot. Eitt portur inn í ein nýggjan heim. Eitt portur, sum knýtir land og fólk saman, sum styttir um og knýtir sterkari bond." segði Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk millum annað í røðu síni, tá seinasta skotið bleiv latið av í samband við tunnilsgerðina Norður um fjall. - Tá roykurin legðist eftir skotið, kundi arbeiðisfólkið ganga til tunnilsmunnan. Sum siðvenja hjá norðmonnum er, bleiv ein fløska av konjakki opnað og fjallið fekk fyrsta snapsin og síðani arbeiðsfólkið. Niðanfyri røða Sigurds:


 Góðan dag og vælkomin til hetta hátíðarhaldið, nú vit í dag skjóta seinasta skotið í nýggja Hvannasundstunlinum. Vælkomin til øll tykkum her norðuri, sum hava bíðað eftir hesum nýggju tunlunum í langa tíð, vælkomin til tykkum sum hava skotið tunlarnar ígjøgnum og vælkomin til øll tykkara, sum annars fegnast saman við okkum.

Ein nýggjur tunnil í Føroyum er ikki bara ein í røðini. Ein nýggjur tunnil er meira enn borimaskinur, dynamitt, betong og asfalt. Ein nýggjur tunnil er so nógv meira enn tað.

Ein nýggjur tunnil er eitt fet inn í framtíðina. Tað vita vit Føroyingar, sum seinastu 60 árini hava bundið samfelag okkara saman við vegum, brúm og tunlum.

Ein tunnil er eitt gjøgnumbrot. Eitt portur inn í ein nýggjan heim. Eitt portur, sum knýtir land og fólk saman, sum styttir um og knýtir sterkari bond.

Tað eru serligar tíðir í dag. Tí í dag standi eg einsamallur her og haldi røðu, áðrenn vit um skamma stund fara at trýsta á knøttin, sum endaliga brýtur nýggju tunlarnar norður um fjall ígjøgnum.

Tað er vanligt, at vit eru fleiri, sum halda fagnaðarrøður ein dag sum í dag. Men í hesum døgum hátíðarhalda vit Føroyingar demokrati okkara, nú tað stundar til val.

Menn og kvinnur um landið alt leggja ætlanir og bjóða seg fram - og av tí orsøk - fyri ikki at skeikla politiska pallin, so hava vit í Landsverki - í samsvari við almennu tilráðingarnar - skipað so fyri, at hátíðarhaldið er fyri okkum øll í dag IKKI ein politiskur pallur.

So í dag mugu tit noyðast við mær og tveimum skilamonnum. Jústines Poulsen og Esmar Justinussen eru elstu borgar í ávikavist í Hvannasundi og Árnafirði; og teir báðir eiga í dag heiðurin at trýsta á knøttin til seinasta skotið.

---

Tunlarnir Norður um Fjall hava leingi staðið ovast á ynskilistanum her um leiðir - og vit øll, sum hava ferðast ígjøgnum gomlu tunlarnar norður um fjall - skilja væl ynskið.

Gomlu tunlarnir stóðu lidnir ávikavíst í 1965 og 1967.

Hesi seinastu seksti árini hevur heimurin flutt seg ómetaliga nógv og samfelag okkara við. Gomlu tunlarnir eru 2,8 metrar breiðir, - meðan teir nýggju hava dupulta koyribreyt har hvør er 3,25 m eru tilsamans við rabatt á báðum síðum 9 metur til breiddar, ein tunnil ið er 3 ferðir breiðari enn tann gamli. Teir gomlu eru  3,10 metur høgir, meðan teir nýggju hav eina vanliga koyrihæddin verða 4,6 metrar høgir, omanfyri verða ljós og ventilatión til tað er avsett umleiðs 2 metrar, so uppundur lofti á nýggju tunlinum er 6,40 m tað dupulta av teimum gomlu

Tá vit falda hesi tølini saman  - so síggja vit munin. Tunnilsopið er meira enn 4 ferðir so stórt á teimum nýggju, sum á teimum gomlu tunlunum.   

Og tað bæði merkist og sæst, tá vit koyra í teimum gomlu. Teir eru frá einari aðrari tíð. Smalir, myrkir og kanska eitt sindur ófrættakendir.

Tað er áhugavert, hvussu vit í lívi okkara liva við umstøðunum, til vit knappliga ikki longur kunnu liva við teimum. Tunlarnir Norður um Fjall vóru eitt kvantulop, tá teir komu og seinastu árini er tað fyri hvørt ár vorðið týðiligari og týðiligari, at tíðin var farin frá teimum.

Eg veit, og tey flestu við mær vita, at tit her norðuri hava longst leingi eftir nýggjum tunlum.

Seinastu 15-20 árini hava hesir tunlarnir verið á politisku dagsskránni, sum mangan er drúgv at telva uppá pláss.

Tit hava ferðast ígjøgnum tunlarnar og vant tykkum við trongu vegbanarnar og víkiplássini. Tit hava fingið tað at fungera, samstundis sum tit hava trýst á.

Men tvey viðurskifti hava kanska einamest gjørt vart við, júst hvussu avbjóðandi hendan farleiðin hevur verið.

Vaksandi ferðavinnan - hevur vaksið munandi um ferðsluna inni í tunlunum - og við tí komu eisini alt fleiri avbjóðandi støður - bilførarar sum rendu seg fastar og bíðirøðir.

Men - tað sum av álvara undirstrikaði júst, hvussu avmarkaðir tunlarnir eru í mun til nútímans ferðslumynstur, kom fyri ein dag, tá stóru lastbilar og buss gjørdust fastur fúsur í tunlunum.

Við eitt var neyðugt við ferðsluljósum við tunnilsmunnarnar. Vit í Landsverki, og eg sum stjóri, hava brúkt nógva tíð uppá ferðsluljósini - borgarstjórar og borgarar, sum hava havt ymiskar meininar og onkur vil siga okkurt um tær longu bíðitíðina. Ljóskurvar eru einklar uppá seg tá onkur hevur grønt so hevur onkur annar reytt ...og kann ikki koyra og er tað hugskoti við ein ljósstýring

Vit hava verið noydd til at sett hesa ljósstýring og hava vit roynt at grundgevi hví vit hava sett han upp í tí almenna rúminum.

Tað er ein av okkara høvuðsuppgávum á Landsverki er at syrgja fyri ferðslutrygdini, so væl sum vit á nakran hátt kunnu. Tí var hetta serliga neyðugt nú ísmb. við hesa tunnilsverkætlan her tað er nógv ferðsla. Vit vita øll at vit menniskju er nú einaferð soleiðis, at vit eru trygg við tað vit kenna og ótrygg við tað ókenda.

Status quo er okkara grundstøða í nógvum viðurskiftum.

Men akkurát, tá tað kemur til ferðsuljósini í tunlunum Norður um Fjall, so havi eg ein sníkjandi varhuga av, at um politiska skipanin visti tað, sum vit hava lært av ferðsluljósunum, so hevði onkur onnur tunnilsætlan kanska troðkað seg framum í raðfylgjuni.

Vit hava hoyrt frá nógvum fólki, sum hava koyrt ígjøgnum gomlu tunlarnar fyri fyrstu ferð AFTANÁ, nú ferðsluljósini vórðu sett upp.

Júst tí, at tey kundu koyra ígjøgnum við vissu fyri, at tey møttu ikki einum mótkoyrandi bili.

Men skemt til síðis. Tað er ikki tíðarhóskandi við einum ferðsluljósi, sum lýsir reytt í umleið 15 minuttir, men tey vóru neyðug og tey hava betrað um trygdina hjá teimum ferðandi, nú vit bíða eftir hesum tunlunum.

Og tí vil eg eisini takka tykkum øll fyri tol tykkara. Fyri vælvilja og samstarv, nú vit skulu troðka alla hesa ferðsluna ígjøgnum gomlu tunlarnar eina tíð afturat. Hugsi at vit vóru komnir at markinum fyri ferðslutrygdina og tí eru ferðsluljósini neyðug.

Og nú vit tosa um trygd, so vil eg fegin takka og heiðra øllum arbeiðsfólkinum og Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, fyri framt uppmerksemi uppá trygd, og fyri at skapa eitt trygt arbeiðspláss.

Vit vita øll, at søguliga eru tunlar, stórar maskinur, grót og spreingievni vandamiklar umstøður hjá fólki at arbeiða í. Men arbeiðið hevur gingið framúr væl og framúr trygt.

Vit á Landsverki leggja alstóran dent á trygdina á teimum arbeiðsplássum, sum vit varða av.

Articon er eitt undangongufelag innan trygd á arbeiðsplássinum, og við støðugt at gera vart við dagar uttan arbeiðsskaðar tryggjar felagið, at trygdin støðugt er í hásæti.Verkætlanin hevur megnað 377 dagar uttan at nakar hevur verði burtur frá arbeiði, 377 dagar uttan nakran arbeiðsskaða – men fyri  77 døgum síðani var eitt starvsfólk heima vegna óhapp á arbeiðsskaða,  - til alla lukku - minni álvarsamur arbeiðsskaði setti talvuna á null. Í dag eru 77 dagar gingnir síðani hendan skaðan.

Takk fyri tað og tillukku við tí øll somul.

Onki projekt er týdningar meiri enn mannalív og førleikin hjá arbeiðsfólkinum.   

Áðrenn eg fari av pallinum, so vil eg varpa ljós á enn eitt hugaligt og framút gott fakta við hesi verkætlan.

Tit øll sum lýða í dag, síggja helst meg sum eina gamla ímynd av einum boribissa. Ein lágbeintur verkfrøðingur í hørðum hatti.

Men eisini tann tíðin er farin. Á hesum arbeiðsplássinum hevur arbeiðstakarin aktivt rekrutterað kvinnur til at koyra maskinurnar, at bora og syrgja fyri trygdini. Hetta er eitt nýmótans arbeiðspláss, har kvinnur og menn lið um lið, flyta føroyska samfelagið inn í framtíðina. Og úrslitið er har eftir. Skjótt og væl úr hondum greitt arbeiði.

Men vit eru ikki komin á mál enn. Nú skulu tunlarnir gerast lidnir - og grótrúgvan í Árnafirði flytast burtur á røttu støðini. So eg fari at biðja tykkum um at hava tol eina løtu enn.

Vit skulu gera vegir til munnarnar, inni í tunlunum, leggja teknisku installatiónirnar, ljós og trygdarútgerð, asfaltera, strika og skelta. Og vit skulu gera tað líka gott og trygt, sum vit hava gjørt tað higartil.

Eg vil í dag takka LBF, sum er høvuðsráðgevi á verkætlanini. Articon og teirra undirveitarum, norska felagnum LNS og EL - Service á Skála fyri gott og væl úr hondum greitt arbeiði. Og so fari eg at takka okkara egna fólki á Landsverki, sum hava skipað verkætlanina so fyrimyndarliga væl.

Vit í Landsverki vilja byggja land og eg kann við erni í røddini siga, - at tað gera vit øll somul - LBF, Articon, LNS, EL-Service, Landsverk og fólkið her býr.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jógvan Arge signerar í ALFA fríggja­dagin…
CEF-samgongan í ferð við at birta nýtt s…
Føroyar og Bretland skulu knýta sterkari…
Hetta sigur Magne Hoseth um skaðastøðuna…
KÍ ynskir at broyta sínar lógir
Jógvan Arge signerar í Alfa bókhandli fr…
Tryggingarkundar sleppa undan bíðitíð ti…
Krepputilbúgvingin skal verja øll
Hanus Toftheyggj nýggjur stjóri í Sjúkra…
Bil-leygardagur á Toyota í Klaksvík
Jólahugni í Plantasjuni
Betri umstøður í bátahyli­num á Borðoyarv…
Nýtt rørportur í Árnafirði
Bakkafrost við á heimsins fyrsta 100% gr…
Avgjørdu dystin við góðum endaspurti
Politikarar válka sær í peningaligum ser…
KÍ uttan Árna Frederiksberg og Jóannes B…
Sanna Dahl á Bókasavninum
Greining um avgerandi dystin hjá KÍ móti…
KÍ-leikari hevur fingið álvarsaman skaða