Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eysturættir næstu 5 dagarnar við nógvum løtum við regni. Týsdagin og mikudagin eisini vátakavi ella kavi. Hitalagið fer eitt vet niðureftir. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.11.2022 - 07:00 Tíðindi Veðrið

Mynstrið í veðrinum hesa vikuna fer at vera tað sama, sum tað hevur verið í nógvar vikur. Lágtrýst leggja seg á leiðina sunnan fyri Ísland, eitt fyri og annað eftir. Føroyar liggja eystan fyri miðjuna, og tí fer ættin at vera ímillum eystan og landsynning meginpartin av tíðini – onkur avstingari upp í landnyrðing og niður í sunnan.

Brúgvaløg við avfalli fara at leggja leiðina fram við her hjá okkum. Tað vera nógvar løtur við regni – bert íslit onkra løtu. Eisini onkur løta við kava týsdagin og mikudagin.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: 3 til 8 m/s av suðuri í nátt, skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin gongur hann upp í eystan, og vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, enn skýggjað og ælaveður. Um kvøldið klárari og fyri tað mesta turt.

Hitin mánadagin fer at liggja millum 4 til 8 stig.

Týsdag: Eystan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft turt. Fyrrapartin veksur vindurin sunnanfyri upp í 10 til 15 m/s av eystri; norðan sama vindferð sum um náttina. Skiftandi skýloft ella samdrigið og fyri tað mesta turt. Seinnapartin landnyrðingur, 5 til 10 m/s, kring alt landið, hann dregur á luftina, tað verður skýggjað við regn ella kavaælingum. Um kvøldið gongur hann niður í eystan og veksur vindin upp í 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava ella kava.

Hitin týsdagin fer at liggja um 2 og 5 stig. Um náttina niður í frostmarkið.

Mikudag: Minkandi vindur av eystri um náttina, meðan tað enn er skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava ella kava. Fyrrapartin lækkar hann niður í landsynning, 3 til 8 m/s, tað verður klárari og longri millum ælini. Um kvøldið veksur vindurin av landsynningi upp í 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður við regni.

Hitin mikudagin fer at liggja millum 3 til 8 stig.

Hósdag: Minkandi vindur av landsynningi um náttina, úr 10 til 15 m/s á midnátt niður í 3 til 8 m/s á middegi, meðan tað er skýggjað kring alt landið og ælaveður. Sum líður út á fyrrapartin er longri millum ælini. Út á seinnapartin veksur vindurin aftur, og tað verður klárari. Um kvøldið eru 8 til 13 m/s av landsynningi, aftur skýggjað og regn.

Hitin hósdagin fer at liggja um 6 til 9 stig.

Fríggjadag: 5 til 10 m/s av landsynningi, skýggjað og regn, men tað slítur í út á fyrrapartin. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin niður í  3 til 8 m/s, samdrigið ella skýggjað og fyri tað mesta turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja millum 4 og 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Mads er skaddur
Gentir 19 hjá Mjølnir fingu silvur
Ternan er føroyameistari í flogbólti fyr…
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag