Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki einans fyri tey ríki

SKRIVAÐ: Laura Apol  |  23.11.2022 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit skulu hava ein almennan bústaðarpolitikk. Tað hava vit ikki sum nú er, og er tað ikki løgið? Serliga tá samfelagið stendur við tí risastóru avbjóðing, at fólk hava ilt við at finna eitt stað at búgva?

Í Føroyum skulu allir føroyingar sleppa at búgva, um teir hava hug til tað. Soleiðis er tað langt frá í løtuni. Tá ikki eingongd miðallønt kunnu taka eitt húsalán, og grannvaksin fólk mugu búgva heima hjá foreldrum til tey eru upp í móti teimum 40 - ja, so er okkurt galið.

 

Vit mugu í felag, kommunur og land, blíva samd um, hvat vit vilja við okkara bústaðarmarknaði. Vilja vit, at tað er kappingarmarknaðurin, sum skal seta dagsskránna? Tí um so er, kunnu einans tey ríki og væl bjargaðu búgva her á landi.

 

Í løtuni síggja vit, at ung fólk, barnafamiljur og láglønt, berjast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Sjálv standi eg í tí støðu, at leigumálið hjá okkum er uppsagt, og vit skulu finna nýggjan bústað. Vit hava ein sera góð útleigari, sum fylgir teimum reglum og lóggávum, sum eru á økinum; av tí sama hava vit fimm mánaðir at finna eitt annað stað at búgva. Vit hava hugt eftir íbúðum, men av tí at vit hava trý børn, mugu vit hava eitt stað við trimum kømurum. Tað kostar. Tað kostar nógv. Alt millum 12.000 og heilt upp í 20.000 krónur í leigu. Tað er faktiskt tað, eitt húsalán kann kosta - men eitt lán er ringt at fáa, um ikki tú hevur eina stóra eginfígging, hevur møguleikan at spara saman, selur aðra ogn, ella hevur eina familju, sum kann hjálpa tær fíggjarliga. Er tað rætt? Tað haldi eg ikki. Tí so merkir tað í roynd og veru, at ein sum eg, sum eingi foreldur hevur, og skal gjalda eina stóra leigu, ongan kjans hevur, HÓAST vit eru tvey vaksin í húsarhaldinum, sum bæði tvey eru miðallønt. Tá tað er soleiðis fyri okkum, so hugsi eg um øll tey, ið hava lægri inntøkur, stakar uppihaldarar, fyritíðarpensjonistar, pensjonistar og lesandi.

 

Tað nyttar lítið at dúva á, at privati marknaðurin skal loysa hetta fyri okkum, tí tað er við einum fyri eygað - vinningi. Tískil er neyðugt:

 

- at kommunurnar fáa heimild at stovna íbúðarfeløg saman við Bústøðum, sum kunnu upptaka lán.

- at kanna, hvussu ein húsalánsgrunnur kann stovnast og rekast.

- at sølumarknaðurin gerst rættvísur, og uppboðssøla av ognum skal steðgast alt fyri eitt.

- at fólk við lágari inntøku kunnu fáa bústaðarstuðul, tá tey búgva til leigu í almennumgagnligum leigubústøðum.

- at útlendingar og fyritøkur, sum ikki hava tilknýti til Føroyar, ikki sleppa at keypa fastogn upp í Føroyum.

 

Føroyar skulu vera fyri øll - ikki einans tey ríki.

 

Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…