Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin lokalpolitikari – Eingin fótbóltshøll

SKRIVAÐ: Hera Danielsen  |  24.11.2022 - 07:30 Politikkur Tíðindaskriv

Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 5. mió. kr. játtaðar til eina fótbóltshøll. Eftir nógv vallyftir og kjak, vóru tað nokk fleiri av okkum, ið hvukku við, tá vit lósu: ” Projekteringin av fótbóltshøllini er ikki gjørd, og støða er ikki tikin til nakra staðseting”. Hvussu í allari víðu verð ber hetta til?

 

At FSF kemur at hava ábyrgd av tílíkari verkætlan er eitt. FSF hevur allatíð sagt, at teir ikki ætla at fara í gongd við tílíka verkætlan fyrrenn Tórsvøllur var liðugur. So tað hevur verið greitt, at teir ikki ætlaðu at byrja í 2022, so hví játta 5 milliónir? Var hetta bert fyri, at føroyingar skuldu geva verandi samgongu ein ’tummil upp’?

So er tað staðsetingin. Hvussu ber tað til, at vit á Skálafjørðinum í mong ár hava hildið, at tað var sjálvsagt, at høllin skuldi byggjast á Skálafjørðinum? Jú, tí tað er tað, ið okkum hevur verið lovað í nógv ár. Stigtakarar hava verið á Toftum, har Nes Kommuna hevur nýtt pening til tekningar og ávegis projektering av fótbóltshøll. Runavíkar kommuna hevur eisini havt tað við í sínari langtíðarætlan. So tað átti ikki verið nakar ivi í, hvar høllin skal staðsetast. Tí er tað mær ótrúligt, at okkara sokallaðu lokalpolitikarar á Skálafjørðinum ikki hava torað at traðka í karakter og sett sum krav, at staðsetingin av eini fótbóltshøll skal vera á Skálafjørðinum.

Ein áhugabólkur á Strondum legði fram ætlanir um stórhøll á Strondum, men hesin fekk lítlan og ongan stuðul frá okkara lokalpolitikarum og nú verður høllin bygd í Tóshavnar kommunu.

Nú fíggjarárið 2022 er við at fara aftur um bak eru hesar 5. mió. kr. óbrúkar. Tær standa og samla støv ella fella burtur.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023, sum samgongan legði fram áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað, hevði onga játtan til nakra fótbóltshøll. Nú, tá Tórsvallarætlanin hjá FSF er liðug, og tíðin er komin til at byggja eina fótbóltshøll, tykist tað sum, at verandi samgonga, við okkara sokallaðu ”lokalpolitikarum”, ikki hevur ætlanir um at byggja nakra fótbóltshøll.

Fótbóltshøllin skal byggjast og hon skal byggjast á Skálafjørðinum.

Eg fari at arbeiða fyri Skálafjørðinum um eg komi inn um tinggáttina.

 

X við Sjálvstýri, X við Hera Danielsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða