Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hjalmar W. Høgnesen

Kalsingar á Støðni á Húsum

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  24.11.2022 - 08:30 Mentan Tíðindi

Á myndini eru mikladalsmenn komnir til Húsar við lastbili fult lastaður av mjólkardunkum. Trý tey fyrstu fólkini á landi frá vinstru á myndini eru: Karl Jóhan Østerø av Trøllanesi, Líggjas í Hússtovu og Kirstin Eliassen úti í Húsinum, sum bæði eru úr Mikladali. Konan í bláum jakka er Lena Joensen, sum var ættað úr Svinoy, og gift Jákup Monrad Joensen á Geil á Húsum. Á veg niðan trappurnar sæst Anton Højgaard á Húsum, sum hevði postin í bygdini um hendi, við postsekkinum á rygginum.

 

Umborð á Barsskor síggjast Jákup Mourits Olsen í føroyskari húgvu og Torfinn Dahl, sum báðir sigldu við Barsskor í fleiri ár.

Bygdin Húsar stendur mínum hjarta nær, tí haðani komu mínir ættfedrar í faðirædd. Eg var sjálvur føddur á Húsum í 1955, har míni foreldur búðu tá, men tíðliga í 1957 fluttu tey inn til Klaksvíkar at búgva. Í uppvøkstrinum var eg ofta og ferðaðist hjá ommu míni á Húsum, og í heystfrítíðini tók eg ofta upp epli, sum pápi hevði sett niður. Fýramannafarið Rættarnev, sum pápi róði út við um sumrini í nøkur ár í 1960 unum, stóð um veturin í neystinum á Húsum, og tá tað leið móti sumri, skuldi eg mála bátin, so hann var klárur til útróður.

Annars er Húsa bygd helst mest kend frá teimum illa gitnu Húsarænarunum, sum í 1636 vóru dømdir í sekt fyri ómenniskjaligan atburð og rán. Einaferð komu teir fram á ein bát við deyðum monnum, men ístaðin fyri at bjarga monnunum til lands, stjólu teir tað, sum var at stjala úr bátinum. Eina aðra ferð vóru teir lagdu undir at hava dripið ein mann og brúkt hann til agn, men í tí førinum vóru ongi prógv.

Fyri einum hundrað árum síðan var Húsar rættiliga stór bygd, og í 1950 búðu 107 fólk í bygdini. Men fólkatalið minkaði nógv serliga í 1960 - og 1970 unum, og í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1995 minkaði fólkatalið við 61 prosentum.

Frá 1931 varð bygdin Húsar saman við Syðradali sjálvstøðug kommuna, men í 2017 fóru báðar bygdirnar við í Klaksvíkar Kommunu. Nøkur ár frammanundan vóru tær norðaru bygdirnar í oynni Mikladalur og Trøllanes longu farnar við í stóru kommununa.

Hjalmar W. Høgnesen tók myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndaarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætt…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni