Lýsing
Lýsing
Vinstrumegin útróðrarbáturin Støðin KG 102. Við Stórukai fyrsta Tjaldur hjá Skipafelagnum. Myndin hjá Fjallheim er helst tikin í 1946. | Mynd: Fjallheim

Støðin KG 102 og Tjaldur

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  24.11.2022 - 09:00 Mentan Tíðindi

Henda myndin hjá Fjallheim sýnir útróðrarbátin Støðina KG 102 og ferðamannaskipið Tjaldur – áður St. Thomas hjá ØK – við bryggju í Klaksvík.

 

(grein úr blaðnum)

 

Kjølbro læt í 1945 Støðina smíða á Skála skipasmiðju. Hon var 20 tons, smíðað úr eik og furu, og motorurin var 90/100 hesta alfadiesel. Um 1960 seldi Kjølbro nøkrum oyrarmonnum búsitandi í Klaksvík Støðina. Teir nevndu hana Brattenni. Kristian Høgnesen, sáli, var ein av monnunum, sum keypti bátin. Hann segði:

”Eitt kvøldið, vit stóðu og egndu umborð í Sævarenni og skuldu til útróðrar, kemur Ewald Kjølbro oman á brúnna á Stongunum. Illa kavaði, og hann spurdi, um vit ikki vóru kaldir at standa úti á dekkinum – um ikki hevði verið betri at verið í bátinum, sum lá hinumegin brúnna. Hann meinti við Støðina, ið hevði egningarskúrar.

Vit hugsaðu um hetta, og tá ið vit komu aftur av útróðri, fóru vit at vita, hvussu vorðið var, um hon var til sølu. Stutt eftir høvdu vit keypt bátin.”

Í 1972 seldu oyrarmenn hvalbingum bátin. Haðani fór hann út á Strendur, og tá ið báturin hevði tænt fyri seg, endaði hann á havsins botni, sum vanligt var tá.


Tjaldur

Pf. Skipafelagið Føroyar keyptið fyrsta Tjaldrið í 1925 (myndin). Skipið var smíðað í 1916 í Keypmannahavn, 1130 tons, og hevði 1000 hesta guvumaskinu. DFDS hevði áður havt skip við Tjaldurs-navninum siglandi upp á Føroyar.

Byrjanin hjá Skipafelagnum (stovnað í 1919) var tung, men við Tjaldrinum kom felagið uppundan aftur fíggjarliga. At føroyingar tóku Tjaldrið til sín, var ikki bert tí, at teir nú sluppu at sigla á føroyskum kjøli, men serliga tí, at teir nú fingu beinleiðis skipasamband millum Føroya og Danmarkar, sum stytti siglingartíðina úr einari viku niður í tríggjar dagar.

Seinnu krígsárini undantikin sigldi Tjaldur millum Føroya og Keypmannahavnar, til tað 27. juni 1946 í tjúkkari toku fór á land á Mjóvanesi. Skipið legði seg alt fyri eitt á bakborð og tók at søkka. Tá ið bjargingarbáturin á bátadekkinum í bakborðs síðu varð settur út, svingaði hann so harðliga út frá skipssíðuni, at Jóan Petur Hentze, ein av matrósunum, sum gjørdi bátin kláran, fór í havið og fekst ikki aftur. 

Skoytast kann uppí, at Skipafelagið árini 1925-69 hevði fýra ferðamannaskip við navninum Tjaldur. Felagið sjálvt læt bert tað eina Tjaldrið smíða. Tað var smíðað í Aalborg, avhendað 21. januar 1953. Skipið var 2661 tons og hevði 4360 hesta B&W dieselmotor, sum gav skipinum upp í 18 míla ferð. Í 1967 seldi Skipafelagið Føroyar herflotanum í Kili Tjaldrið fyri 10 milliónir krónur – sama, sum tað kostaði nýtt.



 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…