Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tvey grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

SKRIVAÐ: nes.fo  |  24.11.2022 - 16:24 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vegna Nes kommunu verða tvey grundøki lýst til sølu til íbúðarbygging. Grundøkini, sum eru við Høganesvegin á Toftum, eru ávikavist 1.611 m2 og 1.182 m2.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál - íbúðir.

Nes kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. At útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.

Tað er ein treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 275,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 17. februar 2023 kl. 12:00.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…