Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lítil virðing fyri starvsfólkunum elvir til lítla virðing fyri arbeiðsplássinum

SKRIVAÐ: Aimi Helbo  |  29.11.2022 - 22:00 Lesarabrøv Politikkur

Vantandi fakligheit styggir starvsfólk vekk Fyri at tryggja fakliga støðið á eldraøkinum, átti tað at verið ein minimumsnormering innan økið. Hetta hevði verið við at til at gjørt, at ein kommuna varð forpliktað at syrgja fyri, at fleiri fakfólk fingu útbúgving.

Lítil virðing fyri starvsfólkunum elvir til lítla virðing fyri arbeiðsplássinum

 

Vantandi fakligheit styggir starvsfólk vekk

Fyri at tryggja fakliga støðið á eldraøkinum, átti tað at verið ein minimumsnormering innan økið. Hetta hevði verið við at til at gjørt, at ein kommuna varð forpliktað at syrgja fyri, at fleiri fakfólk fingu útbúgving.

 

Tey starvsfólkini, ið hava tikið eina útbúgving innan heilsu- og røktarøkið, sjúkrarøktarfrøðingar og annað, hava tikið útbúgvingina, tí tey ynskja at gera mun. Tá tey starvsfólkini eru útkoyrd og sjúkrameldaði ella siga seg heilt úr starvi, koma ofta hjálparfólk ikki.

 

Hjálparfólk eru eisini ómetaliga dugnalig, men fakleigheitin er, alt annað líka, ikki á sama støði, sum hjá einum, ið hevur tikið útbúgvingina. Hetta ger, at fakfólkini noyðast at renna upp aftur skjótari. 

 

At enda eru fá fakfólk og fá fastlønt eftir og nógv tímalønt hjálparfólk.

 

Hetta hevur við sær, at tað er nógv útskifting á arbeiðsplássunum, og hava búfólkini ongan ella lítlan kjans at knýta bond við tey, ið annars arbeiða Í TEIRRA HEIMI! 

 

Brot á sáttmálan

Tað má eftirlit við, at stovnar ikki bróta sáttmálar, ið eru undirskrivaðir, fyri at spara pengar á økinum. Hetta ger, at fólk mangla á gólvinum x antal tímar um dagin, og tað hava starvsfólkini ikki gagn av. Fyri ikki at gloyma búfólkini.

 

Búfólk

Búfólkini verða ikki aktiveraði, hvørki fysiskt ella psykiskt. Tey sleppa ikki regluliga í bað, fáa ikki práta um veður og vind, tey sleppa ikki túrar o.a., um tað ikki er nokk av starvsfólki.

 

Tá eitt menniskja ikki sleppur at gera tað, ið teimum lystir og/ella hava tørv á, minkar lívskvaliteturin hjá teimum. Tey gerast viðbrekin, illa fyri kropsliga, og sálarligi tilstandurin versnar.

 

Starvsfólk

Starvsfólkini brenna út. Tey blíva stressaði og føla ikki, at tey røkka til dagin. Hetta

hevur við sær, at fleiri starvsfólk melda seg sjúk, bæði fyri vantandi orku, stress og fysiskar trupulleikar, ið koma á tey, tí tey mugu renna skjótari enn skjótt frá tey møta inn til tey fara heim. 

 

Starvsfólkini føla ikki, at tey fáa ta virðing tey eiga at fáa, og av tí sama, og púrasta nátturligt, missir man eisini virðingina fyri arbeiðsplássinum. Man leggur sjálvsagt í búfólkini, men virðingin er ikki tann sama fyri arbeiðsplássi. 

 

Minimumsnormering

Eins og á dagstovnaøkinum, har tað eitur, at ‘starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagið vera 2/3 námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar’, átti man eisini at havt minimumsnormeringar innan eldraøkið - hetta fyri at tryggja, at fakligheitin ikki verður gloymd. 

 

Fjarðlestur

Man skal ikki skera niður á krøvini um at sleppa inn á  ávísar skúlar - tað er ikki virðiligt fyri eitt fak.

 

Man má gera tað møguligt fyri fleiri at taka útbúgvingarnar sum fjarðlestur, soleiðis at tey kunnu lesa, har tey hava sett búgv.

 

Aimi Helbo

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)