Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein støðumynd av veðrinum 17. november. Lágtrýst liggur sunnan fyri Ísland, og ættin í Føroyum er landsynningur. Nógv brúgvaløg við nógvum avfalli eru at síggja. Soleiðis var veðrið stóran part av november og oktober í ár. | Mynd: wetterzentrale.de

November 2022 – ein heitur mánaði

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.12.2022 - 15:30 Tíðindi Veðrið

Nú november fór um sýn, hava fólk spurt, um hann ikki var ein tann heitasti, sum vit vita um.

Okkurt er um tað.

Taka vit fyrst hagtølini fyri november mánað, og hvussu hann var í tíðarskeiðnum 2010-2022, so hevur miðalhitin ligið ímillum 4,1 stig (í 2017) og 8,2 stig (í 2014).

Í november í fjør (2021) var miðalhitin 5,8 stig.

Bláa strikan vísir mesta hitan í november 2010-2022. Tann reyða strikan vísa miðalhitan í november seinastu 30 árini.

Í ár (2022) var miðalhitin fyri november 8,4 stig - t.e. heitari enn miðal fyri november 2010-2021. 

Danska veðurstovan hevur gjørt ymiskar mátingar í Havn síðan 1875. Eisini av hitalagnum. Hyggja vit eftir tølunum fyri miðalhitan fyri november øll 147 árini aftureftir til 1875, so var tann kaldasti november mánaði í 1917, tá vóru máld 1,3 stig, og tann heitasti mánaðin var í ár, 8,4, stig. 

Eitt annað, sum sæst á tølunum fyri miðalhitan í november síðan 1875, er at bert 5 ferðir er hevur miðalhitin verið 8 stig ella meir. Øll hesi 5 árini hava verið eftir 2010. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…