Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað kavar av møkum í norðastu bygd. Av tí allarmesta í nógv ár. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.12.2022 - 16:01 Tíðindi Veðrið

Nú nakað er liðið út á seinnapartin, er lot av landnyrðingi norðanfjørðs, meðan tað kavar av møkum. Sunnanfjørðs er heilt annað veður, eitt lítið lot av suðuri ella landsynningi, gráskýggað og eitt sindur av regni.

Hitalagið norðanfjørðs er um frostmarkið; sunnanfjørðs um tey 4 stigini.

Í nátt fer veðrið, sum er norðanfjørðs, at troka tað lýggjara veðrið sunnanfjørðs burtur. Á middegi í morgin eru 10 til 15 m/s av landnyrðingi norði, skýggjað og kavaavfall. Hitin fer at liggja úr einum stigi undir frostmarkinum og upp í 3 stig.

Út á seinnapartin í morgin fer vindurin at minka niður í 5 til 10 m/s, og sum frálíður smáskýggjað. Men alla tíðina kavaavfall. Hitalagið sum nevnt omanfyri.

Sunnunátt og -morgun eru 3 til 8 m/s av norði ella landnyrðingi norði, klárari luft og yvirhøvur turt. Seinnapartin fer vindurin at veksa av landnyrðingi, og tað verður meira skýggjað. Um nátturðatíð eru 10 til 15 m/s, á midnátt 13 til 18 m/s. Allan seinnapartin og kvøldið kavaavfall.

Hitalagið sunnudagin úr minus 2 stigum upp í 3 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast