Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt øll jólini. Ættin fer tað mesta at liggja ímillum landnyrðing og útnyrðing. Skýggjað øll jólini og kavaavfall. Fyri tað mesta kemur kavin í ælingum, um kvøldið jólaaftan tó samanhangandi kavaavfall. E.S. Myndin er stuttflutt. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið um vikuskiftið (jólaveðrið)

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.12.2022 - 15:55 Tíðindi Veðrið

So stendur vikuskifti fyri framman. Hetta vikuskiftið eru jól, og flestu okkara eru áhugað í veðrinum. Flestu spurningarnir, vit fáa, eru um vit fáa hvít jól ella ikki.

Tað er ikki so ofta, vit hava hvít jól í Føroyum. Í miðal ganga umleið 18 ár ímillum. Í Danmark eru umleið 11 ár ímillum hvít jól. Hetta eru leysligar metingar. Vit hava eingi endalig og avgjørd hagtøl.

Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í dag, so fáa vit hvít jól í ár.

Fyris tað fyrsta, so er nakað av kava komin niður síðan regnið og blotið seinasta vikuskifti og mánadagin. Norðoyggjar eru allar dekkaðar av kava. Soleiðis er eisini nógva aðrastaðni kring landið, men í støðum er minni av kava komið niður.

Fyri at fáa hvít jól, skal bæði kuldi og avfall til. Og tað sær út til, at tað er bæði kalt vikuskiftinum og heilt fitt av avfalli. Kavaavfalli.

Byrjandi við degnum í dag, so er ættin norðan, vindferðin 3 til 8 m/s, tað er skýggjað og kavaæl. Soleiðis fer dagurin í dag at ganga.

Í nátt fer vindurin at veksa úr 3 til 8 m/s upp í 13 til 18 m/s á midnátt. Allan dagin jólaaftan skýggjað og kavaæl, tó meiri samanhangandi kavaveður um kvøldið. Jólanátt sama veður, 13 til 18 m/s av landnyrðingi, skýggjað og kavi.

Jóladag eru 10 til 15 m/s av landnyrðingi, skiftandi skýloft og kavi. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í norðan, og vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s, tó enn skýggjað og kavi. Seinnapartin er útnyrðingur, aftur 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaavfall. Um náttina fer hann aftur upp í norðan, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Hitin jóladag fer at liggja millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

2. jóladag er ættin norðan, vindferðin 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Seinnapartin fer vindurin at minka, á midnátt er lítið lot av ymsum ættum. Allan dagin skiftandi skýloft, men tað fer at minka við hvussu nógvur kavi kemur niður. Á midnátt eru bert einstakir kavaælingar. Hitin annan jóladag fer at liggja úr frostmarkinum upp í 3 stig.

Her av veðurredaskjónini verður ynskt lesarum okkara gleðilig jól.        

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið