Lýsing
Lýsing
Lýsing

10 ára skommin

SKRIVAÐ: Ben Arabo, Oyrareingir  |  13.01.2023 - 13:13 Lesarabrøv Vinna

Nú fall dómur í Eystara Landsrætti í Eik málinum. Eg ætli mær ikki at viðmerkja sjálvan dómin. Tað kunnu onnur gera, um tey føla seg kallaðan til tað.

Eg haldi, at tað er eitt annað, enn sjálvt dómurin, ið eigur at fáa føroyingar at ressast.

Tað eru meira enn 10 ár, síðani stevningin bleiv innlatin av Finansiel Stabilitet, uppruddingarfelagið hja danska statinum. Í hesi 10 árini hava teir stevndu føroyingarnir havt ein húsagang hangandi yvir sær. Nú dómur varð avsagdur, vóru tveir av trimum fríkendir eftir 10 ár. Aðrir persónar í málinum, høvdu í ávikavist 6 og 7 ár sama húsagang hangandi yvir sær, áðrenn teir vóru fríkendir.

 

Demokratiskt óforsvarligt

Eg haldi, at rættarskipanin gongur so seint, at man kan ikki kalla tað hvørki demokratiskt ella menniskjaliga forsvarligt, óansæð um man er sekur ella ósekur.

Tað hoyrir ikki heima í einum rættarsamfelagi, at ein persónur kann verða rættarfylgdur av statinum í kanska ein fjórðing av einum arbeiðslívi, áðrenn dómur ella fríkenning verða avsøgd.

Danir kjakast ikki so nógv um hetta, tí teir eru ikki vanir við annað.

Spurningurin er, um vit sum borgarar kunnu góðtaka, at sami staturin, sum hevur ábyrgd av, at man í kongaríkinum hevur eina rættarskipan, ið flytir seg við jøkulsferð, kann rættarsøkja borgarar í eitt áratíggju.

 

Borgarin má tryggjast við lóg

Vit hava eina vanliga fyrningarfreist á 5 ár fyri at kunna stevna. Kunnu vit góðtaka processir, sum eru longri enn tað?

Eg haldi ikki.

Borgarar áttu at fingið tryggjað við lóg, at um staturin ella landið ikki kann fáa eitt mál til dóms innan eitt ávíst áramál, í mesta lagi 2 ella 3 ár, so eigur tað at fella burtur.

So høvdu vit sæð betri raðfestingar frá statsins og landsins síðu og, ikki minst, lægri sakarmálskostnaðir.

 

Ben Arabo, Oyrareingir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…