Lýsing
Lýsing
Lýsing

GLS 2023 - íblástur til leiðarar!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2023 - 17:28 Tíðindi Vinna

Árliga Ráðstevnan GLS varð hildin vikuskiftið 13 og 14 januar. Umleið 200 fólk úr øllum landinum luttóku á stevnuni, sum byrjaði fríggjamorgunin kl.08:00 við morgunmati. 

Fyrsta GLS stevnan í Føroyum varð í 2008 í Norðurlandahúsinum, har ráðstevnan hevur verið hildin øll árini. Men í ár valdi nevndin at flyta stevnuna inn í LØKSHØLL í Runavíkini, har nýggi Eysturoyar-tunlin ger tað lætt at flyta seg frá og til høvuðsstaðarøki. Korona gjørdi, at steðgur kom í.   

GLS stendur fyri GLOBAL LEADERSHIP SUMMIT, og er ein leiðararáðstevna, sum verður hildin árliga um allan heimin. Endamáli við stevnuni er at geva leiðarum, bæði úr vinnulívinum og tí andaliga umhvørvinum, íblástur til at gerast betri leiðarar, sum sæst aftur í fyritøkum og í kirkju- og samkomulívinum.

Ikki færri enn 9 fyrilestrar vóru at hoyra og síggja á stóra skýggjanum, sum vóru hildnir av bæði kvinnum og monnum. Hæddarpunkti á Ráðstevnuni var, tá Absalon Áargarð hevði samrøðu við Ríkisumboðið, Lene Moyel Johansen, sum var tann einasti av fyrilestrarhaldarunum, ið  var við á Ráðstevnuni. Áhugavert var at hoyra hana greiða frá arbeiðinum hjá Ríkisumboðnum, sum sambært samrøðuna, er tódna nakað síðani yvirtøkuna av familjumálum. Tá hon varð spurd um tann søguliga og prýðiliga Amtmansuniformin, sum var fastur viðspælari á Ólavsøkuskrúðgonguni, svaraði hon, at “uniformurin er farin á museum og verður ikki aftur at síggja í Ólavsøkuskrúðgonguni!”

Í samrøðuni varð Ríkisumboðið spurd um hennara støðutakan til kristindómin. Tá svaraði hon heilt greitt, at hon hevði tikið eina persónliga støðu, og at hon í hesum sambandi kom regluliga í kirkjuna LÍVDIN í Hoyvík.

Fyrireikarnir siga, at næsta GLS-Ráðstevna verður í januar 2024.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…