Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kavin hevur verið harður við haruna

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  29.01.2023 - 16:15 Myndarøð Tíðindi

Vit hava havt sera nógvan kava í Klaksvík í seinastuni og aftaná kavan sæst, at so stórur kavi ger av við ein stóran part av harustovninum hjá okkum.

Eftir at tað hevur verið at hoyrt, at nógvar harur hava ligið deyðar í okkara viðarlund úti í Grøv, fór eg ein túr í ælaveðri í dag við myndatólinum, út í Grøv. Eg valdi at seta bilin á parkeringsplássið sunnanfyri kirkjugarðin og for ein túr niðan við Gravará, heimanfyri Tunguna.

Túrurin var stuttur, komin hálvan vegin niðan sá eg fyrstu haruna og eftir lítlari løtu hevði eg avmyndað fimm harurov.

Eg fregnaðist eisini hjá okkara býargartnara Hans Hjalta Skaale um skilið. Hann sigur, at hann ongantíð áður hevur verið við til at tikið so nógv harurov upp, sum nú. Tað er vanligt, tá kavi er, at haran søkir viðarlundina úti í Grøv at vinna sær eitthvørt at eta. Fyri fáum døgum síðani tók eg seks deyðar harur upp í viðarlundini og longu nú eru aftur fleiri at síggja við trøini har. Haran etur børk av trøunum og harafturat nýggj skot.

Haran er í veruleikanum ein trupulleiki fyri trøini, tí fleiri trø doyggja av at haran hevur etið børkina av trøunum. Haran veit sjálvandi eisini hvat fellur henni best. Tað er nevniliga næstan vónleyst hjá okkum at planta øsp og píl, tí tey bæði dámar haruni sera væl.

At enda sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari, at tað er ikki bara í viðarlundini úti í Grøv at hann finnur deyðar harur í ár. Eg havi í eina tíð arbeitt við hegni norðuri á Strond og har havi eg seinastu dagarnar tikið 10 tals deyðar harur upp, so fellið er stórt í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki