Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ert tú ”gudiligur”

SKRIVAÐ:         Svenning av Lofti  |  03.02.2023 - 14:45 Lesarabrøv Politikkur

Hava vit her á landi framt eina veitsluskipan, so at fólk, sum ikki drekka sterkan drykk, noyðast at ”skrifta” ella greiða frá HVÍ tey IKKI drekka rúsandi løg?

 

Í eini morgunsending í útvarpinum vórðu øl og sterkir drykkir og annað í hesum sambandi, umrøtt. Eg hoyrdi ikki alt, ið sagt var. Men har var prát við tvey, sum greiddu frá hvussu tað kendist at verða í veitslulagi, har øl og sterkur drykkur var ein  partur av veitslulagum. Tey søgdu, at táið tey sótu millum onnur í veitslulagi og drukku sodavatn ella vatn, varð hesin spurningur settur teimum: ”Ert tit gudilig?”

   Slíkur spurningur fær meg spyrja:

   Hava vit her á landi framt eina veitsluskipan, so at fólk, sum ikki drekka sterkan drykk, noyðast at ”skrifta” ella greiða frá HVÍ tey IKKI drekka rúsandi løg?

    Hvat hevði fólk sagt um fráhaldsmaður í veitslulagi spurdi onkran í veitslulagnum, sum sat og drakk sterkt øl og vín:  ”Ert tú ógudiligur?”

    Ikki er ringt at ímynda sær at slíkur spurningur møguliga hevði enda við illstøðu! Hví er tað ikki eins nátúrligt IKKI at drekka sterkt øl og rúsdrekka, sum AT drekka?

 

Eg havi kent fólk, sum høvdu fingið læknaboð um ikki at drekka vín ella annan sterkan drykk, tí gjørdi tey tað, vóru tey í lívsvanda - tí bóðu tey um at fáa vatn í veitslulagi.

   Sjálvur havi eg ongantíð drukkið sterkan drykk, hvørki sterkt øl, vín ella annan rúsandi løg. Einki at rósa mær av, als ikki. Avgerðina um IKKI at drekka rúsandi løg, tók eg longu sum hálvvaksin. Eg fekk longu tá stikni til rúsandi løg. Eg sá hvørjar avleiðingar hesin drykkur bar við sær.

   Mín áheitan skal tí vera á øll, sum skipa fyri veitslum:

   Hugsið um tey, sum av einihvørji orsøk ikki vilja, ella ikki kunnu drekka rúsdrekka ella annan sterkan drykk. Tí eigur ríkiligt við vatni, sodavatni at standa á borðinum til hesi, so eisini tey skulu kenna seg væl í veitslulagi. Veitslufyriskiparar hava skyldu at skipa so fyri, at ØLL kenna seg væl.

 

        Svenning av Lofti

 

 

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða