Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur í vikuni. Mesti vindurin týsdagin seinnapart og mikunátt. Bert onkur lítil løta við lítlum vindi. Ættin fer at liggja um útsynning fyri tað mesta við onkrum avstingara niður sunnan og upp í vestan. Hitalagið yvirhøvur høgt, men tað fer at kølna mikukvøldið. Hósdagin er aftur lýggjari. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.02.2023 - 07:07 Tíðindi Veðrið

Veðrið hesa vikuna fer at vera stýrt av nøkrum lágtrýstum, sum fara eystureftir norðan fyri Føroyar. Okkurt av teimum er sera djúpt við nógvum vindi rundan um miðjuna og nógvum avfalli eisini – bæði regn, vátakavi og kavi.

Ættin fer at liggja millum sunnan og vestan, fyri tað mesta av útsynningi. Ongantíð lítil vindur, men onkran heilan dag upp í skrið ella storm.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, vestan, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin regn. Í kvøld frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útsynningi, skýggjað ella smáskýggjað og regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í  hvassan vind, 10 til 15 m/s, av útsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 12 stig, í nátt 5 til 7 stig.

Hitini í dag fer at liggja millum 6 og 9 stig.

Týsnáttina veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið við regni ella vátakava. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og veskur vindin uppaftur meiri, meðan tað gerst meiri skýggjað. Um kvøldið eru 15 til 20 m/s, onkra løtu 18 til 23 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður.

Hitin í morgin millum 5 og 8 stig.

Mikunáttina er framvegis fitt av vindi, upp í  18 til 23 m/s, sunnan, skýggjað ella smáskýggjað og ælaveður. Vindurin fer at minka út á fyrrapartin. Á middegi eru 3 til 8 m/s av útsynningi, skýggjað og regn ella vátakavi ella kavi. Mikukvøldið vestan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl.

Hitin mikudagin millum 6 og 9 stig, um kvøldið niður ímóti frostmarkinum.

Hósdag: 13 til 18 m/s, vestan. Minkandi vindur um kvøldið. Allan dagin klárt ella ádrigið og kavaælingar.

Hitin hósdagin út frostmarkinum upp í 4 stig.

Fríggjadag: 3 til 8 m/s av útsynningi, skýggjað fyri tað mesta og regn. Seinnapartin og restina av degnum 8 til 13 m/s, smáskýggjað ella skýggjað og regn ella ælaveður.

Hitin fríggjadagin millum 6 og 10 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…