Lýsing
Lýsing
Lýsing

Styttri arbeiðsvika, hvat merkir tað, og hvør skal gjalda?

SKRIVAÐ: Jonhard Larsen  |  14.02.2023 - 21:09 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Mín einfaldi spurningur er hvussu skal vinnan fíggja hesa lønarhækking?

 

Eitt av mongu vallyftunum hjá Javnarflokkinum til seinasta løgtingsval var, at arbeiðsvikan skuldi styttast niður í 37 tímar, og hetta uttan at tað skuldi ávirka lønina.

Nú er so javnarflokkurin komin til valdi, og byrja vit at hoyra kjak um givin vallyfti. Styttri arbeiðsvika hevur verið umrødd í KVF, og er tað serliga aktørar frá almenna arbeiðsmarknaðinum og fakfeløg, sum hava hugleitt um hetta, og hevur verður dúgliga víst til royndir frá øðrum londum, eitt nú Íslandi. Tosa verður nógv um hvussu deiligt tað verður at kunna brúka meira kvalitetstíð saman við við familjuni, og minni stress.  Men verður tað nú soleiðis, verður tað ikki heldur ein spurningur um at nú kanst tú arbeiða 40 tímar og fáa yvirtíðarløn fyri 3 tímar. - “Eg hugsi bara hart.”

Men lítið er at hoyra til privata arbeiðsmarknaðin, ella framleiðslu Føroyar, sum onkur vildi sagt. Og onki hoyrist um hvussu ein stytt arbeiðsvika skal fíggjast. Hjá tí almenna er tað jú so einfalt, har verður bara játtanin til lønir hækka, og tað merkir vælsaktans, at eg og tú eisini skulu gjalda okkara part av hesum, umvegis skattin, tí hann verður neyva lægri av einum slíkum tiltaki.

Men hvussu skal tann privata vinnan fyrihalda seg til, at teirra starvsfólki nú skal arbeiða 37 tímar um vikuna, og fáa somu løn, sum tey fingu tá ið tey arbeiddu 40 tímar. Her er einki annað at gera enn at senda rokningina víðari til forbrúkaran, og tað kemur at merkja eitt hægri kostnaðarstøði.

Um vit hyggja eftir tímalønini hjá einum handverkara so er hon í dag kr. 158,45 + frítíðarløn, eftirløn, barsilsgjald, alsgjald og AMEG. Um arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar um vikuna, merkir hetta at tímalønin skal hækka til kr. 171,30 + gjøld. Also ein lønarhækking uppá kr. 12,85, svarandi til góð 8%.

Mín einfaldi spurningur er hvussu skal vinnan fíggja hesa lønarhækking?

Vit síggja javnan til lønarsamráðingar at tað gongur strilti at semjast um lønarhækkingar, sum eru nógv lægri enn her talan verður um.

Men her er kanska okkurt eg ikki havi skilt ella kanska misskilt. Kanska kann onkur búskaðarfrøðingur greiða okkum vanligu frá hvørja ávirkan ein stytt arbeiðsvika kemur at hava á framtiðar Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025