Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varaborgarstjórin luttekur ikki á samgongufundum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2023 - 12:11 Politikkur Tíðindi

Stevið í býráðsmeirilutanum er alt annað enn gott.

Tað hevur ljóðað í býnum seinastu tíðina, at samstarvið í býráðsmeirilutanum hevur sæð betri dagar. Og talan er um trilvandi samstarv millum borgarstjóran og varaborgarstjóran. Vit hava vent okkum til báðar at frætta nærri. 

Við Norðlýsið sigur Atli S. Justinussen, at hann hevur boðað frá, at hann ikki luttekur á samgongufundum fyribils, og at orsøkin er at borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu teirra millum. Avtalan snýr seg um at varaborgarstjórin gerst virkandi borgarstjóri, tá Karl Johansen er uttanlands. Borgarstjórin var uttanlands í desember, men Karl Johansen lat ikki varaborgarstjóranum lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna, upplýsir Atli.

Tað hava verið eini 4 samgongufundir síðan desember mánaða, og á teimum havi eg ikki luttikið, sigur Atli S. Justinussen

Vit hava tosað við Karl Johansen, borgarstjóra, og hann váttar at hava fingið boðini frá Atla S. Justinussen, varaborgarstjóra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…