Undran um raðfestingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Jú, víst áttu broytingar at verið gjørdar í serskipanunum. Hesum taki eg fult og heilt undir við! Men byrjið fyri einaferð skyld í rætta endanum!
Eg havi, við miklari undran, sæð Føroya Arbeiðsgevarafelag tosa um at avtaka serskipanir, tí tað vantar arbeiðsfólk í Føroyum í løtuni.
Líka síðan 1870’unum hava føroyingar leitað sær burtur í lond at vinna sær pening. Ísland, Norra, Danmark og Grønland hava verið tey vanligastu londini, sum føroyingar eru farnir til, men eisini Kanada og Týskland hava drigið føroyingar til sín.
Hetta hava føroyingar gjørt, tí teimum hevur vantað arbeiði, ella tí at Føroyar einki hava at bjóða teimum, um tey vilja nýta sínar útbúgvingar og royndir.
Hesi fólk hava verið eitt sera gott ískoyti til føroyska búskapin, ikki minst tá illa hevur staðið til her heima.
Hesi fólk hava verið vird, men nú er broyting komin í. Nú verða tey kallað øll hugsandi niðrandi orð, og tað er ikki eiti á tankar, sum hava verið at hoyrt millum ár og dag, um hvat skal gerast við hesi fólk.
Eg eri sjálvur ein av hesum fólkum, sum starvast uttanlands. Nú er tað komið so langt, at tá eg siti við veitsluborð, so siti eg og sloti, fyri at vita hvat fólk eg eri ímillum – um eg skal fara heim eftir borðhaldið, ella verða verandi. Tí tað er troyttandi at vera í veitslu, og vera verbalt álopin av fólki, sum ikki vita, hví tey eru ill inn á meg og mínar líkar. Men ill, tað eru tey.
Nú er so Føroya Arbeiðsgevarafelag komið við somu pástandum, sum so ofta hoyrast – um serskipanir, sum áttu at verðið avtiknar. Og eg eri samdur. Vit hava nógvar serskipanir, sum áttu at verðið avtiknar.
Millum annað fáa summi fulla løn frá fyrsta degi, um tey gerast sjúk. Tey fáa eisini løn skírisdag, langafríggjadag og 2. páskadag undir sjúkuni. Onnur fáa 80% av eini arbeiðaraløn. Arbeiðarin livir illa nokk av lønini, og tá eru 80% ikki nógv. Haraftrat fáa hesi ikki løn skírisdag, langafríggjadag og 2. páskadag, tí “tá arbeiðir arbeiðarin ikki”. Eg fari at pástanda, at tá arbeiða tey flestu ikki – heldur ikki tey fastløntu. Men tey fáa fulla løn allíkavæl. Avgjørt ein serskipan, sum má eftirhyggjast.
Annað er sjúka í ferium. Har fáa summi eina feriu aftrat seinni, um tey gerast sjúk í feriuni, onnur fáa feriu seinni, um tey gerast sjúk beint áðrenn feriuna, meðan onnur ikki fáa nakað slíkt. Har er tað bara “bad luck” og ein ypt øksl. Avgjørt eisini ein serskipan, sum má eftirhyggjast.
Summi fara hartil í barsil fyri fulla almenna løn alla barsilstíðina ella part av henni, meðan onnur mugu klára seg fyri útgjaldið úr barsilsgrunninum. Eisini hetta er ein serskipan, ið gevur ávísum starvsfólkum fíggjarligan fyrimun.
Og so er tað eftirlønin. Nøkur fáa ómetaliga góða eftirløn, onnur fáa næstan einki og verða kravd at gjalda 9% av lønini, eisini 9% av 80% av eini arbeiðaraløn, um tey eru sjúk. Hesa serskipan áttu vit avgjørt eisini at eftirhugt.
Og so hava vit serskipanina, FAS. Verður hon avtikin, fara skipini sannlíkt undir DIS. Lógin krevur, at DIS-skip skulu sigla undir einum danskt skrásettum reiðaríi, so reiðaríið má flyta. Og tá kemur einki inn, hvørki persónskattur, kontórløn ella partafelagsskattur.
Okkum er mangan skotið í skógvarnar, at “tit burdu komið heim at arbeitt, tí okkum vantar fólk”, men eg eri ikki kvalifiseraður til nógv av teimum arbeiðum, sum eru leys. Hugdi til stuttleikar inn á starvsportalin einaferð, og sá, at lýst var eftir jarðarmøðrum. Hugsaði við mær sjálvum, at okkurt høvdu neyðar konurnar sagt, um tær sóu meg gera meg kláran at taka ímóti barninum. Og um tær ikki høvdu undrast beinanvegin, so høvdu tær nokk spekulerað eitt sindur, tá eg fór við skjótilæru millum beinini at vita, um tað gloppaði 5 cm ella 7.
Sá eisini, at lýst varð eftir tænarum, men eg hevði nokk ikki verið sum eldurin – eg hevði mest sannlíkt verið ein sera ringur tænari.
Nei, hjá mær eru bæði hugur og hegni óloysiliga knýtt at sjónum. Og hóast tað manglar arbeiðsfólk í Føroyum, kann man ikki bara flyta øll, ið starvast uttanlands, heim. Arbeiðir tú soleiðis, mást tú í so fall eisini laga útbúgvingarmøguleikarnar eftir heimliga marknaðinum. So fáa vit bara brúk fyri skipsførarum til Strandferðsluna og skiparum til heimaflotan, og tá er nóg mikið at útbúgva tveir skipsførarar 5. hvørt ár og einar 12 skiparar í sama tíðarbili. So kann Vinnuháskúlin niðurleggjast alt fyri eitt.
Tað ber ikki til at biðja fólk koma heim og fara avstað eftir sveiggjunum í Føroyum, og tað verður trupult at broyta skattaskipanirnar eftir tí, sum FAG til eina og hvørja tíð heldur vera nøktandi.
Fiskimenn í Norðurlondum gjalda fullan skatt her heima, undantikið teir, sum sigla í Grønlandi, tí har hevur Føroya Landsstýri gjørt av, at teir skulu gjalda allan skattin í Grønlandi. Sami flokkur, sum tók ta avgerðina, er nú í øðini, tí skatturin verður goldin, har fiskimonnunum er álagt at gjalda hann.
Føroyingar við veitingarskipi gjalda skatt við linking sumstaðni, ongan skatt heima sumstaðni, og fullan skatt heima sumstaðni. Hvørjar skal FAG straffa við eyka gjøldum, og hví?
Øll, sum fara av landinum at arbeiða: kt-fólk, handverkarar, maskinmenn, navigatørar, fiskimenn, sjúkrarøktarfrøðingar osfr, verða drigin av ma øðrum avbjóðingum, betri løn, at kunna brúka útbúgving og royndir - ella útlitum fyri at vera meira heima hjá familjuni við skiftistíð 2-2, 3-3 ella 4-4. Tey, sum kunnu fara heim at vera hjá sjúkum barni, uttan at tað kostar teimum eina krónu, vilja nú taka ágóðar frá hesum fólkum, fyri at noyða tey heim at arbeiða fyri minni løn, 80% av eini arbeiðaraløn við sjúku, ongari feriu, um tey gerast sjúk í feriuni, trekt í løn fyri sjúkt barn og verri eftirløn.
Eg skjóti upp, at vit í staðin strika nakrar av teimum serskipanum, sum summi fólk her heima fáa. Á tann hátt gerast hesi størvini ikki eins attraktiv, og soleiðis kunnu vit fáa fleiri fólk til eitt nú tænastuvinnuna, ið manglar fólk. Eg meini so við - tá ið vit nú eru farin at rógva framundir at flyta arbeiðsfólk úr einum øki í eitt annað við at strika serskipanir, ja, so eiga øll starvsfólk og allar serskipanir pr. prinsipp at vera í uppskoti. Eisini fyri alment sett og umsitingina.
Ikki tí.. vit hoyra javnan, at hesi lærdu tosa um, at tey eru “yvirkvalifiserað” til størv, sum ikki verða sett. Til tað vil eg siga, at eingin er yvirkvalifiseraður. Antin er tú kvalifiseraður - ella ikki. Ein fíggjarfrøðingur, løgfrøðingur ella lækni er eitt nú ikki “yvirkvalifiseraður” til at opa vask ella rør. Hesir eru sannlíkt slett ikki kvalifiseraðir yvirhøvur.
Jú, víst áttu broytingar at verið gjørdar í serskipanunum. Hesum taki eg fult og heilt undir við! Men byrjið fyri einaferð skyld í rætta endanum!