Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útgrevsturin fyri stórari íbúðarverkætlan byrjaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2023 - 11:15 Myndarøð Tíðindi

Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.000 m2, alment til sølu til fjølbroytta íbúðarbygging.

 

Sp/f Skákið við Høgna Petersen o. fl., Saltnes, keypti lendið til at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Sáttmálin millum Nes kommunu og Skákið er treytðaur av, at kommuan eigur grótið. RTS og Skákið hava gjørt sáttmála um avgrevstur og spreinging av grótinum.

Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Skákið um lessing og koyring av grótinum oman í Oyrarnar. Somuleiðis hevur Nes kommuna gjørt avtalu við RTS um móttøku og útlegging av grótinum til brimverju  í Oyrunum.

Hósdagin byrjaði so avgrevsturin við Regnavegin. Hetta er ein stór og spennandi íbúðarverkætlan. Íbúðirnar fara at hava eitt framúr útsýni og liggja væl fyri, tætt við Toftavatn, beint við ítróttarøkið á Svangaskarði, skúla, barnagarð og frítíðarskúla – og við bili eru bert 15 min til Havnar.

Í løtuni verða tekningarnar til íbúðirnar gjørdar lidnar, og eftir ætlan byrjar sjálv byggingin av íbúðunum seint í summar.

Á ástaðrfundi í dag vóru Høgni Petersen, stjóri fyri Skákið, Svend Lamhauge fyri RTS og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…