Lýsing
Lýsing
Merete Messmann og Stanley Samuelsen í durinum í hugnaliga barnaheiminum hjá Stanley, sum hann tíðum vitjan. Merete er hansara høgra hond í øllum og lýsir kærleikin teirra millum. | Mynd: Dávur Winther

Stovan hjá Stanley

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  30.03.2023 - 15:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú Stanley var heima til konsert í SALT og á Finsen fyrr í vikuni, avtalaðu vit at hittast mánakvøldið í fjálgu lítlu stovuni í Fuglafiraði í barnaheimi hansara, sum systkini so ella so enn eiga.

Tó at tað er eitt sindur av aldursmuni okkara millum, hava vit altíð samskift væl, og eru tað sum oftast søgur úr heimliga umhvørvinum í Fuglafirði, sum eru grundarlagið fyri prátinum.

Vit plaga m.a. at grína at, einaferð, eg var smádrongur og seldi bøkur hjá Edward Mitens, sum pápi mín onkusvegna var umboðsmaður fyri í Fuglafirði, og eg gekk frá hurð til hurð og bankaði uppá.

Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu man verður móttikin við slík høvi, tí áhugin kann vera so ymiskur fyri slíkum tilboði.

Men serliga minnist eg væl, hvussu kerliga og vinarliga, eg var móttikin hjá Lenu, mammu Stanley. Á góðasti, sum tú ert fittur! Hvør eigur teg? Var móttøkan eg fekk.

Jú, eg greiddi frá hvør eg var, og so legði henda fitta lávaksna konan afturat, ”Hevði eg átt ein so fittan drong sum teg”! Eg var ovfarin av hesi góðu móttøkunu og ornaði um hjartað. Men eg hugsaði við mær sjálvum, tú eigur tíggju dreingir, og so eigur tú eisini Stanley! Stanley var okkara stóra fyrimynd, sum vit høvdu kæran.

Stanley gekk við longum hári og í hvítum buksum, sum ikki var vanligt tá – helst hevði hann John Lennon sum fyrimynd, og so spældi Stanley í Silly Boys! Størri kundi tað ikki verða.  

Men so hjartagóð og fitt var henda konan, sum hevði fult hus av børnum, eg seinni lærdi betri at kenna, ið var mamma Stanley. Tey vóru tólv systkin – tíggju dreingir, og sum Stanley sigur tvær systrar í miðjuni, sum var gott, so tær fingu eitt sindur av gleði av hvørjari aðrari.

Tá ið Stanley var seks mánaðir, misti hann pápa sín, Steingrím Samuelsen, sum var sýslumaður, eins og pápi hansara, Andras Samuelsen.

Eg eri føddur í hesi stovuni, sigur Stanley og peikaði yvir móti miðvegginum, har songin tá stóð, hann var føddur í. Stanley var sjúgligur sum barn og var stundum eisini á sjúkrahúsinum, sum hann minnist ilt á sjálvandi. Men Emmu havi eg nógv at takka fyri – hon var ein góður lækni og rætti mær ofta eina lekjandi hond, legði Stanley sannførandi afturat.

Teir flestu beiggjarnir endaðu á Dimmalætting, tó ikki Eilif, Gunnar, Joe og Stanley. Tó royndu teir ymiskt, áðrenn teir fóru til Havnar. M.a. vóru Joe og Torleif eitt summarið í Føroyingahavnini og arbeiddu. Við sær heim aftur hevði Torleif ein gittara, hann hevði keypt frá einum normanni har yviri.

Henda gittara fekk Stanley, ellivu ára gamal – Tá hendi skaðin, segði Stanley við einum smíli. Eg slepti ongantíð gittarinum aftur. Hetta var ein serligur gittari við eini mynd inni í kassanum av eini gentu, sum situr og spælir á gittar.

Fyri stuttum sá Stanley júst henda gittarin aftur á einum sølutorgi í Keypmannahavn. Hann smekkaði til og keypti sær hetta ”uppruna” ljóðførið, sum hann hevði so góð minnir um. So nú er tónleikaringurin hjá Stanley heilur aftur.

Inn í millum prátini murraðu og trallaðu vit, Um eg kundi kvøðið, Tá eg verði gamal og aðrar við. Stanley spælir sum ein dreymur og syngur sum ein eingil.

Jú, hugnaligt var at sita í stovuni, sum líkist sær sjávum frá gomlum døgum. Eisini stendur radioið har, sum er frá fyri Stanley´sa tíð. Úr hesum radio spældi Luxenburg allar teir nýggjastu hjá m.a. The Beatles og niðriundir var eisini plátuspælarin, sum Sanley sat og lurtaði eftir dagin langan.

Í stovuni hevur Stanley sítt fasta pláss niðast við vindeygað, har hann lítur út á vøkru fjøllini, Nón, Kamb, Trylar, Lorvíksfjall og hini við. Hann gerst stundum fjarur av hesum sýni, sum minna hann á so mangar góðar dagar í Fuglafirði, her hann sum ungur eisini byrjaði tónleikaleið sína við einum braki í Silly Boys.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran