Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein ógloymandi Sjómannatúrur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.04.2023 - 12:00 Leiðarin Mentan Myndarøð Tíðindi

Norðlýsið var við á Sjómannatúrinum hjá Norrönu, ið fór úr Føroyum mánadagin 20. mars. Ringa kavaveðrið í Íslandi var ein strika í rokningini, men fólk vóru við gott mót og brúktu eyka tíðina umborð, tí tað var ikki framkomandi í Íslandi fyri kava, til fleiri góð prát enn tað annars hevði verið møguleiki fyri. 

 

(Leiðarin úr blaðnum)

 

Veðrið at fara til Íslands var gott, men framkomin til Íslands var so nógvur kavi, at tær ætlaðu útferðirnar als ikki lótu seg gera. Fyri at sleppa úr Seyðisfirði eftir vegnum skal ein upp um eitt skarð, ið liggur í 500-600-metra hædd, og tað var ógjørligt vegna kavan. Tað var sjálvandi eitt vónbrot, men tey ferðandi hava kortini havt tað sera gott. Starvsfólkini umborð á Norrönu hava veruliga strekt seg eyka fyri at geva eina fyrstafloks-tænastu, nú ferðafólkini hava brúkt meira tíð enn ætlað umborð á skipinum. 

Tann parturin av skránni, ið skuldi vera umborð, varð hildin eftir ætlan. Hetta hava verið fyrilestrar, innsløg og sangkvøld, og tey øll hava eydnast framúr væl. Tey flestu á túrinum eru eldri fólk, bæði pør og støk, tó at nakað av yngri fólki eisini er við. 

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Smyril Line hevur rakt plettskot við konseptinum sjómannatúri. Túrurin er eitt serstakliga gott høvi fyri fólk úr øllum heraðshornum í Føroyum at møtast og savnast kring tað, sum til allar tíðir hevur bundið føroyingar saman – sjógvin. Fyrst og fremst er túrurin sjálvandi eitt gott høvi fyri sjómenn – eisini núverandi, men kanska serliga uppilagstar – at hittast aftur.  

Á túrinum var nevniliga ein rúgva av dømum um, at fyrrverandi sjómenn hittust aftur, ið áður høvdu siglt saman, men sum síðani vóru farnir hvør sín veg á lívsleiðini. Onkrir høvdu ikki sæð hvønn annan í kanska 40 ár og kendust ikki aftur uppá útsjónd, men sum prátið leið, gjørdust teir ovfarnir av, at teir vóru gamlir skipskammeratar. Av heilt góðum grundum eru tað serliga menn, sum uppliva hetta, men túrurin er sanniliga eisini fyri sjómannakonur, og heilt nógvar eru eisini við á túrinum. 

Í blaðnum hesaferð hava vit fleiri frásagnir frá túrinum: Jógvan Arge, útvarpsmaður og rithøvundur, ið hevði eitt innslag umborð; Hanus Kjølbro, veðurkønur og lærari, ið somuleiðis hevði eitt innlegg á túrinum; Eirikur Ólason Simonsen, ið umboðar eitt størri ferðalag, sum er við á túrinum; Fischer Heinesen, ferðafólk sum hugnaði sær óført á túrinum og síðst, men ikki minst, er samrøða við Sonny Johannesen, tiltiknan rokskipara á Ennibergi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld