Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danskir topppolitikarar royna nú at trýsta Høgna Hoydal og Føroya Landsstýri til at steingja okkara havnir fyri russiskum skipum, og ein teirra mælir til at tað fer frá at vera fiskivinnumál til uttanríkis- ella trygdarmál og harvið kemur undir danskt málsræði

Russlandsavtalan vorðin eitt stríð um, hvør ræður í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2023 - 18:34 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

- “Jeg er fuldstændig ligeglad med de fiskeriaftaler”. Orðini eigur Søren Pape Poulsen, formaður í Konservative í Danmark. Hann vil helst, at málið um havnastongsul fyri russiskum skipum verður roknað sum eitt uttanríkismál og/ella trygdarpolitiskt mál, og soleiðis gerst eitt mál fyri donsku stjórnina heldur enn fyri Føroya Løgting og Landsstýri.

 

Føroysku politikararnir eru komnir undir eitt veruligt trýst, nú fyrst danskir andstøðupolitikarar og seinni eisini forsætisráðfrúgvin eru farin at krevja, at Føroyar steingja sínar havnir fyri russiskum skipum. Formaðurin í Konservative ikki so frægt sum royndi at krógva hógvarnar, og hóast Martin Lidegaard var væl meira fínpussaður, hómaðust somu hógvar eisini á honum. Danir vilja taka málið um atgongd til føroyskar havnir úr hondunum á føroyingum og stýra tí sjálvir.

Onkur av somu skipum hava annars verið inni í Båtsfjørðinum í Noregi mánaðarliga, og eru sloppin at sigla víðari, hóast tey eru undir illgruna fyri njósning. Høvdu tey sloppið tað, um nakað var at koma eftir?

Dagin fyri bráðtíðindini um møguliga njósning vórðu borin, var Arktisk Kommando úti og segði, at um russisku skipini í Føroyum fingust við nakað annað enn at fiska, ja, so visti Arktisk Kommando av tí. Tí teir hava strangt eftirlit við skipunum. Vørn sigur tað sama: “Eingin orsøk er at halda, at russisku fiskiskipini í Føroyum gera annað enn at fiska”. Soleiðis søgdu báðir eftirlitismyndugleikarnir við Kringvarpið tann 17. apríl.

“Avdúkingarnar” um njósning hava heldur ikki kunnað víst á nakað annað enn, at “tað er illgrunasamt” ella “tað er mistonkiligt”. Her eru ongi prógv løgd fram – kunnu danskir topppolitikarar veruliga takast fyri fult, tá teir krevja, at føroyingar steðga fiskivinnusamstarvi uttan nakað prógv fyri, at nakað skeivt er farið fram?

Her í Føroyum hevur tað ikki verið siðvenja at latið illgrunar ella varhugar stýra, hvørji skip sleppa í okkara havnir. Vit hava vælvirkandi eftirlit og rættartrygd, sum ger, at vit kunnu byggja tílíkar avgerðir upp á haldgóð prógv. Tað hevur verið føroyski leisturin higartil, og hann hevur riggað. Men eydnast tað dønum annaðhvørt at taka avgerðarrættin úr hondunum á føroyingum, ella eisini at trýsta føroyska Landsstýrið til at útihýsa russiskum skipum uttan prógv fyri nøkrum, so vita vit ikki, hvørjum tað fer at enda við, uttan at bæði rættartrygdin, álitið á Føroyar sum samstarvspartnara og føroyski sjálvsavgerðarrætturin verða álvarsligað skalað. Kanska óupprættiliga.

Hetta málið er nú vorðið eitt stríð um, hvør tað í grundini er, sum eigur ræðið yvir føroyskum havnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði