Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Topp 4 í týdningarmiklum dystum mikukvøldið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.05.2023 - 18:45 Ítrottur Tíðindi

Nógv kann broytast í toppstríðnum mikukvøldið.

Mikukvøldið verða tveir framskundaðir dystir millum liðini, sum í summar skulu spæla altjóða dystir. KÍ-B36 og Víkingur-HB. Undan dystinum er stigatalvan hendan:

1. KÍ 30 stig

2. B36 24 stig

3. HB 23 stig

4. Víkingur 20 stig

 


Sostatt kann mikukvøldið blíva avgerandi. B36 er liðið, sum hevur tey bestu hagtølini í Klaksvík síðstu mongu árini. B36 er eisini einasta liðið, sum hevur vunnið á KÍ í ár. Tað var í kappingini um løgmanssteypið.

Í Norðragøtu vann HB fyrr í ár eftir longda leiktíð í kappingini um løgmanssteypið, meðan landskappingardysturin í Gundadali endaði við javnleiki. Sostatt er lagt upp til ein spennandi dyst her.

Siga vit at B36 og HB vinna sínar dystir, so verða bara fýra stig frá nummar eitt til nummar trý. Men siga vit at KÍ oh Víkingur vinna sínar dystir, so verða níggju stig frá nummar eitt til nummar tvey. Talan er sostatt um eitt rættuliga avgerandi kvøld, har vit kunnu fáa stóran spenning í oddastríðið, men har vit eisini kunnu fáa ein stór glopp millum nummar eitt og tvey.

Báðir dystirnir byrja kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…